Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tilburður, sum krevur bata: Landssjúkrahúsið fyri suðringar – ella øvut?

John William Joensen

Fyrst máttu tey stríðast í ca. eitt ár at fáa eina tíð á Landssjúkrahúsinum, og tá ið tey umsíðir høvdu fingið tíðina, lá hon so óhøgliga á degnum, at øll familjan mátti norður við fyrsta farti hjá Smyrli og slapp ikki heimaftur fyrr enn síðsta fart á kvøldi – bara fyri at ein dóttir kundi sleppa inn til kanning í ein minutt!

RED.: Ein lesari okkara hevur givið okkum hesa frágreiðing um tilburð, sum er sannur, men fyri at umgangast, at avdúka og jagstra persónar ella deild á Landssjúkrahúsinum (LS), verður hann endurgivin í eitt sindur tillagaðum vendingum, men lesari okkara leggur dýran við, at frásøgnin hevur støði í eini veruligari hending, sum her verður rímiliga neyvt lýst.

Frásøgupersónurin skrivar soleiðis um hendan tilburð:

Suðringar eru
nakað serstakt
Tá ið eg kom innar í bíðirúmið sótu tey har, øll fimm, mamman, pápin og trý børn, og bíðaðu eftir tørni at sleppa innar til læknan, sum skuldi gera sínar kanningar av tí yngsta barninum.

Tey høvdu øll farin norður, tú umstøðurnar kravdu tað, og niðri í kantinuni sat eisini omman, sum var komin við teimum norður, og bíðaði.

Eg havi altíð havt serliga virðing fyri suðringum og tí vilja, sum hesi fólkini hava at møta upp til hvat tað skal vera norðanfjørðs, hóast umstøðurnar als ikki kunnu sammetast við okkara norðanfyri.

Komin innar í bíðirúmið, byrja vit at práta um leyst og fast, hvaðani tey eru, hvussu tað var at sigla norður o.s.fr. o.s.fr.
Maðurin, eg práti við, er fryntligur, smílandi og róligur – ja, typiskur suðringur, kundi eg tað sama sagt – einki gart á ferðini, tí Smyril siglir jú ikki fyrr enn einaferð, so har er jú einki at skunda sær til.

Smil til verden!
Meðan vit sita og práta, koma tvey av starvsfólkunum á LS til sjóndar. Tey práta eitt sindur sínamillum, meðan tey kveita niður nøkur pappír. Skifta ivaleyst orð um, hvør skal næstur inn til læknan.

Síðan kemur annað starvsfólkið innar í bíðirúmið at spyrja, hvørji vit eru, sum her sita, og tá tað er greitt, spyr starvsfólkið suðringarnar eftir onkrum pappírum, sum tey skuldu hava við.

Nú gerst suðuroyarmamman heldur fjálturstungin og byrjar at umbera seg. Høviskliga greiðir hon frá, at tey tíverri av misgáum hava lagt pappírini eftir seg har suðri.

Hon kundi tó spart sær umberandi orðini, tí tey rína ikki við starvsfólkið á LS, sum svarar heldur ilsliga aftur, at hatta er nakað, sum tey eiga at hava við.

Meðan hesin orðadrátturin gongur fyri seg, hevur hitt starvsfólkið hug at føla við hesum neyðars kundum, sum hava ferðast langa leið við allari familjuni, og skjýtur upp, at hon kann útvega eitt avrit, men tá kvettir hitt fyrra starvsfólkið viðkomandi av og sigur avgjørt, at hatta hava tey sjálvi skyldina av, og tí er eingin grund hjá teimum á LS at finna nakað pappír fram!

Óneyðugt er at siga, at hetta gjørdi støðuna ikki sørt pínliga, men tað batnaði, tá ið hvíti kittilin hvarv aftur handan hurðina.

Øll kunnu hava ein ringan dag
Givið er, at øll fólk kunnu hava ein ringan dag, ikki minst á einum strongdum landssjúkrahúsið, sum dagliga skal tæna hundraðtals føroyingum, sum hava tørv á læknahjálp. Sæð í tí ljósinum er tað ikki so løgið, um tað onkuntíð fellur eitt skeivt orð her og har.

Hinvegin kunnu vit kanska seta spurnartekin við, um hetta starvsfólkið hendan dagin fyri nøkrum døgum, vikum ella mánaðum síðan mundi hugsað um, at tað í hesum føri ikki bert umboðaði seg sjálvt, men eitt heilt landssjúkrahús, sum samanlagt verður dømt og ummælt út frá avrikinum hjá tí einstaka starvsfólkinum!

Eg og tú kunnu frá tíð til aðra verða í ringum skørum, men hinvegin kann ein tænastustovnur sum LS ikki vera í ringum lag – ella hvussu?

Máttu av songini áðrenn hønurnar
Hetta óhøviska aftursvarið frá starvsfólkinum var neyvan so illa meint. Starvsfólkið mundi hava ovmikið at gera hendan dagin.

Hinvegin hevði hendan óvæntaða viðferðin sjálvandi sítt árin á tað eftirfylgjandi prátið í bíðirúminum, tí heilt nátúrliga vildi pápin ikki hava hetta sitandi á sær óátalað og byrjaði at greiða hinum í bíðirúminum frá umstøðum teirra tann dagin.

– Okur fóru upp við hønunum í morgun, tí hendan tíðin, sum okur hava fingið her á LS liggur so illa í mun til túrarnar hjá Smyrli, greiddi hann frá.

– Eg havi roynt at fingið hetta flutt, antin fram ella aftur, bara 1-2 tímar, tí so høvdu okur kunnað spart okkum helvtina av tíðini.

– Varð tíðin flutt fram, so høvdu okur kortini verðið noydd at fara upp líka tíðliga, men so høvdu okur verið liðug nú og verið á veg suðuraftur við Smyrli nú hendan túrin beint eftir døgurða. Ella um tey høvdu viljað flutt tíðina eitt lítið sindur longur út á seinnapartin, so høvdu okur kunnað bíðað við at farið norður við túrinum til middags – tað hevði eisini verið ein lætti, greiddi pápin frá.

– Men tað bar ikki til, og tí máttu okur upp áðrenn hønurnar við øllum børnunum, tí okur máttu við fyrsta túri hjá Smyrli norður. Síðan hava okur gingið her í Havnini og válað, í SMS og aðrastaðni, til okur nú skuldu møta upp her á LS eftir døgurða, tí okur hava onga familju at vera hjá her í Havn, og okur sleppa altso ikki suðuraftur fyrr enn í kvøld, úr Havn um sjey-tíðina, so okur verða heima umleið klokkan níggju í kvøld!

Konan, sum hevði lurtað væl eftir práti okkara, legði nú uppí:

– Tað keðiliga var, at okur býttu um bil í øllum skundinum morgun, tí okur blivu so mong, sum fóru norður, og tá gloymdi eg at taka pappírini við úr hinum bilinum.

Jú, mín sann, um tað ikki hevði sína nátúrligu frágreiðing, at pappírini til LS ikki vóru komin við – men starvsfólkið á LS var ikki tøkt til at fáa hetta at vita, tíverri!

LS røkir nógvar tungar uppgávur
Fyri tann vitjandi sjúklingin og avvarðandi kunnu støður sum hendan vera rættiliga argandi og til tíðir eisini øsandi.

Hinvegin mugu vit, brúkarar av LS, eisini duga at skilja, at tað ikki altíð er so lætt at vera starvsfólk har við øllum deildunum og starvsfólkabólkunum við fleirstreingjaðum leiðslum, samstundis sum fjølmiðlar til tíðir eru ágangandi í sínum leitan eftir “søgum”, sum skapa spenning heldur enn óheft tíðindi, tí tað selur bløð og gevur lurtarar.

Tað er uttan fyri allan iva, at so nógv tey flestu, sum fáa viðgerð á LS, eru sera væl nøgd og fáa eina prima viðferð og viðgerð har.

Hinvegin er tað somikið meira at iðra seg um hjá LS, at slíkir tilburðir, sum í botn og grund eru púra óneyðugir, skulu koma fyri, tí í veruleikanum bróta slíkar hendingar niður ein stóran part av tí, sum bygt verður upp, tí næstan altíð verður ein almennur stovnur koyrdur í ein og sama sekk, tá ið okkurt óheppið fer fram.

Øll verða meir og minni rakt av tí ringa umdømi, sum ein einstakt starvsfólk kann elva til.

Bíðaðu eitt heilt ár eftir at fáa tíð
Vit venda nú aftur til pápan í bíðirúminum, sum ikki enn var liðugur at greiða frá.

– Dóttirin hevur í longri tíð verið sjúk við afturvendandi sjúkralegum, har okur hava fingið fleiri viðgerðir har suðri, men sjúkan hevur vitjað aftur ferð eftir ferð.

– Tí byrjaðu okur fyri einum ári síðan at biðja um tíð her á LS, men tað gekk ógvuliga illa í hond, tí ikki fyrr enn nú, eitt heilt ár seinni, hava okur fingið hesa tíðina at koma norður, og tað var eisini tí, at eg so illa tordi at biðja um at fáa tíðina í dag flutta eitt sindur, tí eg var bangin fyri, at okur fóru at missa hana aftur!

Ein minutt inni hjá læknanum!
Starvsfólkini komu enn einaferð til sjóndar, nú saman við læknanum, sum skuldi hyggja at sjúka barninum, og so fóru hon leiðandi mammu sína innar í kanningarrúmið til læknan.

Hesin drúgvi dagurin hjá familjuni, sum varð byrjaður tíðliga á morgni í onkrum býi ella bygd í Suðuroy, var nú rokkin fram til endamálið við túrinum – endiliga var dóttirin sloppin innar til læknan.

Pápin, mamman, systkin og ein omma høvdu lagt hendan dagin av, so tað mundi vera ein góð kensla fyri tey – nú kundi hon endiliga fáa ta kvalifiseraðu hjálpina.

Men um tey høvdu væntað eina drúgva kanning ella viðgerð hendan dagin, so fóru tey so dyggiliga skeiv.

Tað mundi ganga lítið meira enn ein minuttur, so komu tær báðar leiðandi útaftur!

Eitt sindur ørkymlað at stuttu tíðini inni í kanningarrúminum greiddi konan manninum frá, hvørja niðurstøðu læknin var komin til.

Hugtakandi og hjartaskerandi
– Var tað alt!!! Segði pápin, og tá ið eg nú hugdi upp á hann, roknaði eg við, at NÚ fór hann, um ikki annað, so at øsa seg eitt sindur, men nei … mín sann, hann smíltist Gud hjálpi mær enn einaferð!!

Eg má viðganga, at tað bæði var hugtakandi og hjartaskerandi – alt í senn – at eygleiða hesar suðringarnar í hesum ónevnda bíðirúminum á LS.

Á aðrari síðuni var tað fantastiskt at uppliva, at tað enn í dag finnast menniskju, sum eru so nøgdsom og so ótrúliga lítið krevjandi, at tey finna seg í slíkari tænastu frá einum tænastustovni undir landinum.

Á hinari síðuni var tað líka so hjartaskerandi at staðfesta í 2008, at ein so týðandi tænastustovnur undir landinum gav hesum fólkum úr Suðuroy eina tænastu á so lágum støði, fyrst við langari bíðitíð, síðan við óhøgligari klokkutíð, og síðan enntá eisini við óhøviskari viðferð í bíðirúminum!

Ella sagt á ein annan hátt: Er tað ikki áhugavert, at 6 suðringar í hesum føri brúktu á leið 15 tímar í part (íalt 90 tímar!?) fyri at 1 lækni á LS kundi brúka ca. 1 minutt til at kanna 1 av suðringunum – og so fingu tey eina skolu omaná frá einum starvsfólki fyri at hava gloymt eitt pappír eftir!!

Gott at visiónin er komin til LS
Fyri stuttum var leiðslan á LS í miðlunum og greiddi frá, at stovnurin nú hevur sett sær fyri at arbeiða eftir nøkrum visiónum, einum virðisgrundarlag, sum hevur til endamáls at betra um stovnin, bæði fyri brúkarar, starvsfólk og leiðslu.

Tað er at fegnast um, at LS nú er komið fram við einari visión fyri stovnin, har tørvur kundans m.a. verður settur í miðdepilin.

Sum nevnt verður hesin tilburður frásagdur í generellum vendingum, tí vit ynskja ikki, at avdúka nakran av pørtunum í hesum tilburði, hvørki brúkarar, starvsfólk ella deild á LS, tí tað førir ikki til nakað gevandi úrslit, men vil heldur flyta fokus frá tí, sum henda grein snýr seg um, nevniliga tænastan hjá einum landsstovni til ein ávísan geografiskan part av landinum, sum ikki hevur so høgliga atkomu til LS.

Vón okkara er, at leiðslan á LS sær hendan tilburðin sum eitt høvi at brúka til at eftirhyggja og betra um mannagongdirnar á stovninum fyri at umgangast endurtøkur av slíkum tilburðum sum hesum, ið mugu metast at vera óneyðugar.

Um tað eydnast, hevur hendan grein rokkið sínum endamálið, nevniliga at Landssjúkrahúsið eisini verður ein góður stovnur fyri allar teir suðringar, sum frá tíð til aðra hava tørv á hjálp á LS.

Bestu eydnu!
John William