Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin í formannskapinum leggur navn til uppskoti hjá Edmund

John William Joensen

Vilhelm Jóhannesen, sum er limur í formannskapinum sigur at tað er skeivt tá sagt verður at formannskapurin í tingunum hevur nakað við uppskotið at gera.

– Eg má siga at tað er óheppið at løgtingsskrivstovan hevur loyvt Edmundi at skriva seg sum løgtingsformann, tá hann legði uppskotið fram.
– Tá vit viðgjørdu málið í formansskapinum fekk Edmund greitt at vita at formannskapurin fór ikki at stuðla uppskotinum, men vit kundu sjálvandi ikki blanda okkum uppí hvat Edmund ger sum vanligur tinglimur.
– Óli Breckmann var meira positivur fyri uppskotinum – men tað kom ongantíð til nakra atkvøðugreiðslu í formannskapinum um málið.
– Tað er eisini vert at bíta merki í at eingin í formannskapinum hevur skriva undir ella lagt navn til uppskotið hjá Edmundi.
– Eg skilji ikki hví løgmannsskrivstovan letur Edmund brúka heiti løgtingsformaður í uppskotinum, tí tað er Edmund sjálvur sum hevur lagt uppskotið fram, fyri tingið.