Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt stórt stig framá í Skúvadali í dag

Oliver Joensen

Í dag var triði leygardagurin á rað, at menn og kvinnur gingu sær eystur í skúvadal at stuðla Skótaliði Nólsoyar Páls at fáa eitt nýtt skótahús upp at standa har, tað gamla húsið stóð.

Vit sum gingu eystur í morgun, fóru av Núpinum um áttatíðina í fagrasta veðri. Hans á Bakka kom júst tá at aliringunum har úti, helst í avlúsingarørindum. Veðrið var av tí allarbesta.

Onkur var farin eystur longu í gjár, og hevði gjørt stórt arbeiði áðrenn vit aðrir komu, við at rudda restirnar burtur sum lógu eftir frá seinasta leygardegi, so klárt var at fara undir at smíða formar saman og at grava fyri formum  og broyta undirlendið til nýggja húsið.

Menn tóku til, hvussu væl fundamentið var gjørt undir gamla húsinum, ið var bygt í 1941. Serliga undrunarvert var at síggja stóru klettarnir sum menn høvdu lagt undir húsið. Teir vóru sera stórir, og hartil tungir, ja, so tungir, at tað var nóg illa at gravimaskinan, sum vit brúktu, knógvaði teimum.

Dagurin var sera væl fyriskipaður, Tove bakaði pannukøkur um 11 tíðina í morgun, og um tvey tíðina seinnapartin, komu tríggjar kvinnur, Amanda, Eydna og Lina eystur við døgurða. Væl gjørt at ganga allan vegin, tær søgdu at tær høvdu brúkt ein tíma og eitt korter um túrin. Heita fiskasúpan, heit knetti og gularrøtur og kókandi heit epli afturvið.

Dagurin gekk annars sera væl, og somikið langt er nú komið, nú vit hava verið har eysturi í tríggjar leygardagar, at tað er nærum klárt at koyra sement í formarnar.

Vit vóru tríggir, sum vóru nakað áðrenn teir seinastu og vit tóku túrin heim eftir fjallinum á Heldarskarð og oman Torvadal. Hans á Bakka lá framvegis við aliringarnar nú klokkan var um seks seinnapartin.

Bólkurin undir SNP skal útvega pening til stóru ætlanina. Bólkurin skal eftir fíggjarætlanini, sum er løgd, savna umleið 400.000 krónur inn. Enn er nakað eftir á mál. Hugaligt hevði verið, um fleiri fólk eisini høvdu stuðlað ætlanini peningaliga, tað kann gerast við at seta pening á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-3063482.

Harleyfacadeacryl