Feskastu hagtølini hjá SEV geva ábendingar um, at elnýtslan í Føroyum er minkandi. Størsta afturgongdin í nýtsluni er í Suðuroy
Føroyingar brúka minni streym nú, enn teir gjørdu fyri einum ári síðani. Tað vísa feskastu hagtølini hjá SEV yvir el-nýtsluna í landinum.
August-mánaði er júst farin afturum, og hann vísir eina afturgongd í føroysku ravmagnsnýtsluni á stívliga fimm prosent í mun til august 2003. Í august í ár var nýtslan 19.674 mwt (megawattímar) móti 20.729 mwt tilsvarandi mánaða í fjør.
Tey nýggju hagtølini hjá el-felagnum SEV vísa, at tað serliga er í Suðuroy, at minni streymnýtsla er staðfest, tí har var afturgongdin í nýtsluni heili 16,6 prosent í mun til august í fjør.
Lítið er at ivast í, at tað serliga er vinnan, sum brúkar munandi minni av streymi nú enn frammanundan. Í alivinnuni, sum seinastu árini hevur brúkt støðug meira streym, gongur skeiva vegin, og virksemið innan flakavinnuna er eisini broytt. Hetta kennist nú í hagtølum okkara, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
Í ætlan síni fyri 2004 hevur SEV roknað við einum null-vøksturi í føroysku orkunýtsluni, og higartil í ár hevur samlaði vøksturin verið 1,3 prosent.
Vit rokna við, at seinna hálvár verður heldur slakari til el-nýtslu enn fyrra hálvár, sigur Klæmint Weihe.
Í nýggjastu Árbók fyri Føroyar, ið Hagstovan júst hevur givið út, vísa tølini, at í tíðarskeiðinum 1999-2003 er ravmagnsnýtslan í Føroyum vaksin 23 prosent. Tey feskastu tølini hjá SEV geva tó ábending um, at nú er vend um at koma í, hvat streymnýtsluni viðvíkur.




