Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES er liðugt – finst eitt alternativ?

HUXA – Fólkafloksungdómur

Var evnið á ráðstevnuni, sum fólkafloksungdómur HUXA, luttók á í Rom um vikuskiftið.

Var evnið á ráðstevnuni, sum fólkafloksungdómur HUXA, luttók á í Rom um vikuskiftið. HUXA er limur í European Young Conservatives (EYC), ið er evropeiski ungdómsfelagsskapurin fyri konservativar ungdómar í Evropa. Felagsskapurin hevur sum stevnumið at arbeiða fyri frælsum marknaðum, frælsum fólki og frælsum tjóðum. Á enskum: free markets, free people and free nations.

EYC er skjótast vaksandi felagsskapurin í Evropa. Hetta varð eisini prógvað á ráðstevnuni í Rom, tá ungdmannafeløgini fyri AK úr Turkalandi og Forza Italia úr Italia gjørdust limir. EYC hevur 1,9 milliónir aktivar limir.

Á ráðstevnuni fingu luttakararnir høvið at kjakast og skifta orð um framtíðar útlitini hjá ES. Til viðgerðar var millum annað spurningurin um ES er liðugt og um tað finst eitt alternativ til ES. Hóast ungmannafeløgini høvdu ymiskar loysnir , vóru øll á einum málið um, at ES, sum vit kenna tað í dag, er liðugt. Við nógvum byrokratii, papírsveldið, skuldarkreppum og ovurnýtslu av skattaborgarans pengum, er uppruna hugskotið við ES ikki til longur. Nú snýr tað seg ikki longur um at avtaka handilsforðingar, men um køva handilslívið við direktivum og byrokratii.

Tí ræður um at finna eitt alternativ, sum loysir upp fyri papírveldinum, har hornasteinurin er frælsir marknaðir, fræls fólk og frælsar tjóðir.

Eisini fingu føroysku umboðini høvið, at greiða frá føroyskum viðurskiftum. Luttakarnir vóru ikki sørt ovfarnir av, at Føroyar megnaðu at standa ímóti ES í makrelstríðnum.


HUXA – Fólkafloksungdómur