Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn spyr um internetsamband í bussunum hjá bygdaleiðum

Eyðgunn Samuelsen

Á tingfundinum mikudagin, skal Jóhan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum, svara Eyðgunn Samuelsen tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um ferðandi í bussunum hjá bygdaleiðum fara at fáa ókeypis internetsamband.

Á tingfundinum mikudagin, skal Jóhan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum, svara Eyðgunn Samuelsen tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um ferðandi í bussunum hjá bygdaleiðum fara at fáa ókeypis internetsamband.

Spurningurin er soljóðandi:

1) Er nøkur ætlan um, at ferðandi fáa ókeypis internetsamband við Bygdaleiðum?

2) Hevur landsstýrismaðurin gjørt neyðugari kanningar av møguleikanum at veita internet atgongd í bygdaleiðum?

3) Um ja, nær verður hetta so veruleiki?

4) Um nei, hvat er orsøkin so til, at landstýrismaðurin ikki ætlar at gera nakað við hetta?

Viðmerkingar:

Í dagsins samfelag, ið er merkt av samskifti og kunning, er internetsamband vorðið ein týðandi partur av gerandisdegnum. Á almennum flutningsstøðum er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at ferðafólk hava atgongd til frítt internetsamband. Fyri fólk, sum ferðast ímillum bygd og bý í lestrar- ella arbeiðsørindum, er tað stórur fyrimunur, at fólk hava møguleika at fyrireika ymiskt, sum kann verða gjørt umvegis internetið.

Sum kunnugt kann Smyril bjóða hesa tænastu, samstundis sum ferðandi, ið ferðast stutta túrin til Nólsoyar við Ternuni, hava internet atgongd umborð. Eisini veita býarbussarnir atgongd til internet. Hóast billettmaskinurnar hjá bygdaleiðum brúka internet, er henda tænasta ikki atkomilig fyri ferðafólkið. Í hesum sambandi skuldi tað verið ein upplagdur møguleiki at givið ferðandi atgongd.

Í 2012 svaraði landsstýrismaðurin í vinnumálum fyrispurningi viðvíkjandi fríum internetsambandi til ferðandi við oyggja/bygdaleiðum. Í svarinum segði landsstýrismaðurin, at av tí, at ein bussur, sum ferðast ígjøgnum tunlar og yvir fjøll og dalar, ofta missir sambandið, má hetta kannast neyvari, áðrenn ein verkætlan verður gjørd at fáa internetsamband í bussunum hjá bygdaleiðum.

Tí hesar spurningar til landsstýrismannin:

Á Løgtingi, 5. november 2014

Eyðgunn Samuelsen