Hesar bøkurnar fáast í bókahandlum kring landið
Úrmælingur í 20. øld Um bókina
Ferju-maðurin
Tað var ikki altíð so lætt – serliga hjá konufólki – at koma umborð. Men Óla Jákup var bráður og fortur og vildi hava tað at ganga skjótt fyri seg. Tað skuldi ikki nógv til, fyrr enn hann fór at skunda undir.
“Kom skjótt, beinanvegin, altfyrieitt, í stundini – ella ikki!”
Hetta lyndiseyðkenni hansara gjørdi, at hann varð vanliga róptur Express
Hann kendist sjálvur við hetta heiti. Á skeltinum, hann hevði gjørt til fiskahandil sín, stóð: firma EXPRESS v/OJJ
Nógvar áhugaverdar myndir eru í bókini og eisini tekningar frá Rúkkulakkanum, sum ofta hevði umrøður av Óla Jákupi. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta.
Linga og Mallus
Linga og Mallus vóru systkin, fødd ávíkavist í 1890 og 1899 á Skálatoftum, sum tá var minsta bygd í Føroyum.
Har vuksu tey upp um 19. aldarskiftið. Familjan _ foreldur og nevndu tvey børn _ flutti til Klaksvíkar í 1914, har tey bygdu sær hús á einari trøð norðarlaga á eystursíðuni at kalla í einingi.
Navnið tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðani havt sama heitið sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesi _nýggju_ Skálatoftum alla ævi sína. Tað seinna teirra doyði í 1982.
Hetta vóru sermerkt fólk, sum settu føtur í spenni ímóti nýggju tíðini. Alt skuldi vera sum fyrr, og tey fingu sær hvørki ravmagn, telefon ella rennandi vatn ella nakað annað av øll tí nútímans, sum kom fram í 20. øld.
Tey livdu sum á eini miðaldaroyggj beint í nútíðarhavinum. Hon var viðurkend gandakelling og hann íspegil og guðnáðaður hermari.
Jústa-ættin og aðrar Viðareiðissøgur
Bókinsnýr seg um
–brøgd og bragdarhug í bjørgum og í báti
–ómetaliga spennandi hendingar
–ófatiligt stríð og knoss
–eisini um skemt og stuttleika hóast alt
–trúarstríð í Føroyum
–gand og annað á markinum til tað gátuføra
Stuttligar søgur eru, sum t.d. tá ið Janus Djurhuus, meginskald og fugloyingar fóru til hendurs …
Bókin er um tann fyrstaJústa, sum varð borin í heim í Útistovu í Vági í Klakksvík í 1799, og búsettist á Viðareiði og eftirkomarar hansara.
Hendingar fara fram í einum stórthundrað ára skeiði frá fyrrapartinum av 19. øld til eitt sindur út um miðjuna av 20. øld. Hetta er tíðarskeiðið, tá ið bóndasamfelagið at rilla, og stórar samfelagsbroytingar fóru fram.
Hesir av Jústa-ættini høvdu ilt við at góðtaka órættvísu samfelags- og kirkjuskipanina, og teir gjørdust við tíðini ikki sørt uppreistrarsinnaðir. Hóast teir vóru fæloysingar allir sum ein, mutaðu teir ímóti og høvdu tann stoltleika, at teir vildu ráða fyri sær sjálvum og bóru høvur hátt.
Hetta er søgan um hesar litríku menn, sum settu sær spor og gjørdu mun í føroyska samfelagnum og sum eru verdir at minnast.




