Fyri fyrstu ferð fer Sjómannadagurin hesaferð at varpa ljós á smakkin á fiskinum, ið kemur uppá land í norðoyggjum.
17. august verður Føroya Sjómannadagur. Sum nakað nýtt verður í ár eitt tiltak á degnum, har kokkar fara at matgera fiskavørur. Endamálið er at fáa sjálva vøruna í fokus.
Kendir kokkar
Niclas Heri Jákupson er ein av fyriskiparunum av Sjómannadegnum.
– Vit hava fingið góð sambond við teir persónarnar, ið vóru partar av matfestivalinum í Havn fyri nøkrum árum síðani. Ein av kendastu kokkunum í Føroyum, Leif Sørensen, verður við. Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssendingini “Spísikamarið” verður við eins og Jóhan Joensen, ið er kokkur í Áarstovu í Havn. Afturat teimum ætla vit at fáa nakrar av teimum bestu kokkunum í norðoyggjum at vera við, sigur Niclas Heri.
Grilla fisk á bryggjuni
Tað verður tann eyðkendi góði fiska lukturin, ið kemur at vera á bryggjuni í nakrar tímar á sjómannadegnum.
– Tað sum í høvuðsheitum fer at henda er, at vit fara at hava ein mini matfestival við føroyskum fiskavørum. Á bryggjuni koma grillir at vera settar upp, har øll fiskasløg, sum koma uppá land í norðoyggjum, fara at vera matgjørd. Føroyingar hava altíð fiskað og etið fisk. Fyrr tosaði man oftast í tonsum, nú er meira tos um virði á lastini. Men vit fara víðari og leggja dent á smakkin og hvat tað er, sum fær tað besta fram í fiskinum. Á bryggjuni kunnu fólk so hava smakki royndir av hesum fiskinum, sum vit kalla fyri heimsins besta fisk, sigur Niclas Heri við Norðlýsið.
Føroya besti skipskokkur
Eftir at kokkarnir fara at matgera ymisk fiskasløg til mongu gestirnar, so verður ein nýggj kapping á skránni innan sama økið. Tá skal Føroya besti skipskokkur finnast.
– Aftaná alt hetta koma hesir kokkarnir so at finna Føroya besta skipskokk. Teir fáa eina uppskrift at gera við einum avísum fiski og einasta treyt fyri at vera við er, at ein er skipskokkur. Eins og til hinar kappingarnar á Sjómannadegnum, so er góður vinningur til vinnaran. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at virka, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Sí alla skránna fyri Føroya Sjómannadag HER




