Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn kl. 17 í dag

Jóhann Lützen

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Møtið í góðari tíð. Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Tilmelding á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa.

Heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í hesum bólkum: gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri — umframt atgongumerki til Sirkus Baldoni og góðgæti.

Tann, ið fiskar størsta fiskin, verður útnevndur fiskikongur/-drotning og fær steyp og sleingitráðu frá Berglon.

Heiðursmerkjahandanin er á stóra palli leygarmorgunin 22. august kl. 11.15.