Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskitíðindi: So skjótt arbeiðssteðgurin var av leygarkvøldið, loystu skipini frá landi.

John William Joensen

Longu sunnudagin fór Sundaberg eystureftir. 38 mans eru við Sundabergi hendan túrin og teir eru á veg í norskan sjógv í Barentshavinum at royna.

Næraberg, sum liggur á Klaksvík enn, fer væntandi til fiskiskap í føroyskum sjógvi leygardagin og við honum vera um 80 fólk.
 
Sjúrðarberg skuldi fara í gjár á rækjuveiðu við Svalbard. Við Sjúrðabergi eru umleið 14 mans.
 
Línubátarnir
rokár
Línubátarnir eru flest allir farnir aftur til fiskiskap. Dagarnar síðani nýggjárið hava útróðrarbátarnir fingið sera nógvan fisk, ímeðan tað hildnaðist heldur slakari hjá trolbátunum upp undir nýggjárið.
Árið í fjør er hitt besta hjá línubátunum nakrantíð í pengum. Meðalinntøkan hjá línubátunum liggur omanfyri tað hon nakrantíð hevur verið frammanundan og besti línubáturin fiskaði fyri omanfyri 16 milliónir krónur.
 
Útróðrarbátarnir
rokár
Eisini royndist 2002 eitt satt rokár fyri útróðrarbátarnir. Flest allir hava gjørt metár í fjør og besti útróðrarbáturin á Klaksvík hevur í 2002 fiska fyri omanfyri 6 milliónur krónur.
Sum sagt frammanfyri, so sær framvegis gott út hjá útróðrarbátunum, tí 2003 sýnist at taka við har 2002 slepti, tí útróðrarbátarnir hava sannan rokfiskiskap.
Hvussu nýggja árið fer at roynast línubátunum er av góðum grundum ov tíðliga at siga nakað um nú teir júst eru byrjaðir ella um at byrja fyrsta túrin á árinum.