Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FONGSULSMISSIÓNIN Í RUMENIA VITJAR BETESDA Í KLAKSVÍK LEYGARKV. 7. SEPT. KL: 20.00

Tíðindaskriv

Í døgunum 30. august til 09. september er ein spennandi vitjan í Føroyum.Tað er Rumenin Giurgiu Cosmin, sum í 20 ár hevur virkað millum fangar í Rumensku fongslunum, sum kemur at vitja. Í fylgi við honum er ein fyrrverandi fangi, Dumitru.

Í døgunum 30. august til 09. september er ein spennandi vitjan í Føroyum.

Tað er Rumenin Giurgiu Cosmin, sum í 20 ár hevur virkað millum fangar í Rumensku fongslunum, sum kemur at vitja. Í fylgi við honum er ein fyrrverandi fangi, Dumitru.

Cosmin fer at greiða frá arbeiðinum, og Dumitru fer at siga frá sínum vitnisburði. Ein ungur Rumenskur Pastorur, Aurelian Cristian, er eisini við í ferðalagnum, og kemur at enda møtini við einum stuttum boðskapi. Cosmin vitjaði í Føroyum fyri 4 árum síðani í fylgi við konu síni Monicu, sum eisini luttók á fleiri møtum. Føroyingar hava verið við í hesum arbeiði seinastu 7 árini. Missiónin eitur RESCUE-MISSION, sum merkir bjargingarmissión.

Undir fyrireikingini hevur man roynt at borið so í bandi, at støð og samkomur, sum ikki vórðu vitjað seinast, fáa eina vitjan nú, samstundis sum tað onkustaðni verður vitjað har tað eisini varð vitjað seinast. Tað verða í alt trettan møtir við Cosmin, Dumitru og Cristian.

Møtini verða kunngjørd hvønn dag í LINDINI. Mánamorgunin 02. September kl.10.00 verður interview við teir, sum verður at hoyra beinleiðis í LINDINI.

Møguleiki er at stuðla missiónini við eini gávu. Um tú vil vita meiri um vitjanina ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poul Jóhan Djurhuus tlf: 228314 ella gjaranes@olivant.fo

Tú er vælkomin at vitja heimasíðuna hjá Rescue Mission: www.rescue.ro ella www. rescue-mission.dk

Skráin sær soleiðis út:

Leygarkvøldið 31. Aug. Kl.20.00 Skúlin í Kollafirði

Sunnumorgunin 01. Sept. Kl. 10.30 Hebron, Argir

Sunnukvøldið 01. Sept. Kl.18.00 Ebenezer, Tórshavn

Mánamorgun 02. Sept. Kl.10.00 Beinleiðis samrøða í LINDINI

Mánakvøldið 02. Sept. Kl.20.00 Oasan í Hoyvík

(felagsmøti við Filadelfia og Evangeliihúsið)

Týskvøldið 03. Sept. Einki møti

Mikudagin 04. Sept. Kl.16.00 Zarepta, eldra bíbliuskeiðið

Mikukvøldið 04. Sept. Kl. 20.00 Kedron, Sørvágur

Hósdagur 05. Sept. Kl. 16.30 Bønarfundur, Hafnia

Hóskvøldið 05. Sept. Kl.20.00 Filadelfia, Gøtu

Fríggjakvøldið 06. Sept. Kl. 20.00 Bethel, Vágur

Leygarkvøldið 07. Sept. Kl. 20.00 Betesda, Klaksvík

Sunnumorgunin 08. Sept. Kl.11.00 Frelsunarherurin í Havn (Posthúskjallarin)

Sunnukvøldið 08. Sept. Kl.19.00 Keldan, Skálafirði