Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: B36-KÍ 1-0 (0-0): KÍ stríddist manniliga men B36 var betri

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hóast KÍ royndi sítt ítarsta, so máttu teir kortini lúta fyri B36 í Gundadali sunnudagin, har heimaliðið samanumtikið átti munin í spæli og málkjansum.

B36 hevði samanlagt størri part av spælinum í Gundadali í dystinum móti KÍ, og tað var tí ikki óuppiborið, at liðið vann dystin 1-0, hóast KÍ eisini kundi havt fingið okkurt mál.

Einasta málið í dystinum kom fyrst í 2. hálvleiki, tá ið bretski áleyparin hjá B36 skeyt eitt lumpið langskot, sum Jákup ikki sá, fyrr enn ov seint var, av tí at ein útileikari kom at standa soleiðis, at hann forðaði útsýninum hjá Jákupi.

Tað var tí eisini eitt heppi mál, sum B36 fekk.

– – –

KÍ-liðið var frá dystarbyrjan mannað við Jákupi í málinum og fylgjandi útileikarum: Harley, Milic, Ovi, Sigmundur, Jan Andreasen, Allan Joensen, Eli Simonsen, Kristoffur Jakobsen, Rodrigo og Steffan.

Stutt áðrenn  hálvleik varð Kristoffur skiftur út, og Joe Zewe varð settur inn fyri hann.

Samanumtikið hevði B36 meir at bjóða í fyrra hálvleiki. Eitt nú bjargaði ein útileikari hjá KÍ einaferð á málstrikuni, men tá ið liðini fóru til hálvleiks, var støðan framvegis 0-0.

– – –

Í hálvleikssteðginum varð Rodrigo, sum hevur drigist við tæðraslit í seinastuni, skiftur út, og John Hammer, sum hevur verið burturi vegna skaða í eina tíð, varð settur inn fyri hann.

Beint eftir hálvleikssteðgin legði B36 seg framum við áður nevnda langskoti.

Eftir hetta royndi KÍ at fáa eitt javnandi mál, og hetta gav samstundis B36 pláss og møguleikar til at leypa á, sum teir eisini gjørdu, men við fleiri góðum bjargingum helt Jákup KÍ inni í dystinum.

Men at enda rann tíðin undan KÍ, og tá ið dómarin hevði bríkslað dystin av, máttu teir ásanna, at hetta ikki var dagurin, tá ið KÍ fekk nakað av teimum hart tiltrongdu stigunum.

Harleyfacadeacryl