Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki er við til at samskipa Føroya Sjómannadag

John William Joensen

Í góðveðrinum fyri nøkrum døgum síðani, loysti Dragin frá Várpabrúnni og setti kósina út í Kalsoyarfjørð.

Umframt nevndina fyri Føroya Sjómannadegi, so vóru eisini umboð fyri Føroya Banka. Komnir mitt út á fjørðin bleiv sáttmáli undriskrivaður millum partarnar. Umframt at Føroya Banki er við til at gjalda stóran part av kostnaðnum at samskipa hetta tiltak, so er Føroya Banki eisini við til at samskipa Føroya Sjómannadag 2006. Hetta eru vit sera glaðir fyri. Nú kunnu vit í góðari tíð skipa soleiðis fyri, at sjómannadagurin í ár verður enn størri og betur enn síðsta ár, siga umboð fyri Føroya Sjómannadag við Norðlýsið. Sjálvt um Føroya Sjómannadagur í ár byrjar longu 16. og endar 20. august, so verður sjálvur dagurin tá allar kappingarnar verða  leygardagin 19. august.