Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur hevur vápnað 10 útróðrarbátar við 130 vatnkanónum!

John William Joensen

Fiskikappingin, útkasting av fløskuposti og stóra vatnkríggi á Vánni, sum lýst var at verða mikukvøldið er útsett til fríggjadagin kl. 18.

Av ymiskum orðsøkum er Fiskikappingin, sum lýst var at verða á Kósbrúnni mikukvøldið útsett til fríggjakvøldið kl. 18.

Til ber at melda til kappingina í deildini hjá EIK í Klaksvík fram til fríggjadagin kl. 16.

Seðil til fløskupostarnar kann avheintast á deildini hjá EIK í Klaksvík fram til kl. 16 fríggjadagin. Fløskur til fløskupostarnar verða handaðir á bryggjuni í samband við Fiskikappingina.

Eftir fiskikappingina verður farið út í Kalsoyarfjørð við útróðrarbátum har fløskupostarnir verða kastaðir.

Síðani verður silgt inn á Vánna og útfyri Stangabrúnni verður síðani stórt sjórænarakríggj við vatnkanónum.

Til endamálið hevur Føroya Sjómannadagur rigga 130 sergjørdar spulislangur/vatnkanónir til – umborð á 10 útróðrarbátum – sum sostatt eru vápnaðir til kríggj.

Til Fiskikappingina skulu børn sjálvi hava tráðu og bjargingarvest.

Fyri at koma umborð á útróðrarbátarnar er bjargingarvestar eitt krav.

Í samband við vatnkríggi er ynskiligt at børnini eru í regnklæðum.

Ynskiligt er at so mong sum gjørligt verða smikaði ella ílætin sjórænaraklæðir.

Tiltakið er ókeypis!

Føroya Sjómannadagur í samstarvi við EIK og Klaksvíkar Kommunu.

Harleyfacadeacryl