Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsetin og forsætismálaráðharrin í Íslandi ósamdir um val

Helgi Abrahamsen

Íslendski forsætismálaráðharrin hevur biðið forsetan um at skriva út val, men forsetin hevur fyribils ikki vilja fylgt hesum boðunum. Hann hevur ístaðin kallað politisku flokkarnar á fund, fyri at viðgera støðuna.

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætismálaráðharri, segði fyrr í dag, at hann fór at mæla til nýval, um hann ikki fekk stuðul frá hinum stjórnarflokkinum til at verða sitandi í sessinum.

Stórt trýst hevur verið á forsætirmálaráðharran síðani skjøl lóku út sum vístu, at hann hevur havt samband við eina advokatskrivstovu í Panama, ið hjálpir við skattasviki.