Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framstandandi Tjóðveldismenn viðgera føroyskan politikk í kringvarpinum

John William Joensen

Samstundis sum Liljan Wejhe, tíðindaleiðari, í Kringvarpinum hevur kært stjóran á Norðlýsinum fyri at virka sum miðlafólk samstundis sum stjórin er aktivur í politiskum lokalfelag hevði Kringvarpið í morgun eina sending har varaborgarstjórin hjá Tjóðveldi í Havn hevði eina langa samrøðu við fyrrverandi tingmann hjá Tjóðveldi.

Samstundis sum Liljan Wejhe, tíðindaleiðari, í Kringvarpinum hevur kært stjóran á Norðlýsinum fyri at virka sum miðlafólk samstundis sum hesin er aktivur í politiskum lokalfelag hevði Kringvarpið í morgun eina sending har varaborgarstjórin hjá Tjóðveldi í Havn hevði eina langa samrøðu við fyrrverandi tingmann hjá Tjóðveldi.

Teir báðir tosaðu m.a. um stóra týdningin sum Fullveldislandsstýrið hevði fyri føroyskan politikk o.a..

Jógvan Arge sum umframt at verða varaborgarstjóri og vegna Tjóðveldi røkir eina røð av nevndarsessum í Tórshavnar Býráð hevur annars verið programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya, Leiðari fyri tíðindadeildini 1979-1989, programleiðari 1989-2008, býráðslimur í Havn 2001- , Varaborgarstjóri 2005-, Valevni Tjóðveldis til løgtingsval 1978, 2002, 2004, Sæti á tingi 2002-2003.

Hann hevur seinastu vikurnar havt tríggjar dokumentar sendingar har hann hevur samrøðu við Tjóðveldis tingmannin, Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtingsmann, úr Vestmanna. Jógvan Durhuus varð fyrstu ferð uppstillaður til løgtingið í 1966. Í 1970 fekk hann fleiri atkvøður enn Sigurð Joensen og kom inn. Hann sat á tingi øll sjeytiárini, sum vóru merkt av EEC-málinum, fiskimarksmálinum og øðrum stórmálum, skrivar KVF m.a. um navnframa Tjóðveldismannin.

Norðlýsið hevur biði tíðindaleiðaran og stjóran í Kringvarp Føroya um viðmerking, men enn er eingin komin.

Harleywoodpaint