Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróði Baldvinsson: Manchester United vinnur og Arsenal skuffar

Jákup Ósá

Næstur í røðini at svara spurningum um komandi kappingarár í Premier League er Fróði Baldvinsson. Hann er Manchester United viðhaldsmaður og hevur eisini stóra trúgv uppá sítt lið, sum fer at vinna meistaraheitið frammanfyri núverandi meistarum úr Chelsea.


1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?

Manchester United


2. Greið frá í stuttum, hví so verður?

Teir hava styrkt sera gott, serliga á miðvøllinum, haldi tað sær gott út, kundi kanska hugsast at teir keypti ein klassa miðverja, miðverjan sum er hava teir prøva, eg haldi ikki hon er serliga góð, men haldi keypini sum eru gjørd skuldi verði nokk til at vinna eitt meistaraheiti.

3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?

1. Man Utd – 2. Chelsea – 3. Man City – 4. Liverpool.

4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?

Sergio Aguero.


5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?

Toby Alderweireld (Tottenham)

6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Watford kunnu fara at hava eitt góða kapping í ár. Teir hava gjørt skilagóð innkeyp við leikarum, sum hava royndir í Premier League og Watford hevur fingið ein fínan venjara í Quique Flores, so man fær at síggja, hvussu tað fer at ganga.

7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Arsenal. Teir hava styrkt seg væl í Petr Cech, men eg haldi ikki, at tað er gott nokk. Í kappingini 13/14 ímóti topp 5 fingu teir 6 av 24 stigum og í kappingini 14/15 fingu teir 10 av 24 stigum. Grundað á, at øll liðini í toppinum hava styrkt seg væl betur enn Arsenal, so vænti eg, at Arsenal fær munandi færri stig í 15/16.

Harleyfacadeacryl