Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur millum politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum

John William Joensen

Nú poltitisku signalini úr Norðoyggjum gerast alt meira ógreið hava formennirnir í politisku feløgnum í norðoyggjum tikið stig til at kalla feløgini saman at viðgera støðuna.

Ásannandi at eingin vøkstur hevur verið fólkatalinum í norðoyggjum seinastu 25 árini meta formennirnir tað vera umráðandi at vit standa saman og í felag gera eina menningarætlan fyri økið.
Fundurin verður á Sjómansheiminum í Klaksvík sunnudagin kl. 15.
Fundurin er bert fyri nevndarlimir í politisku feløgunum.

Absalon í Buð, formaður
Norðoya Fólkafloksfelag

John William Joensen, formaður
Norðoya Sambandsfelag

Mamy Dahl Sørensen, forkvinna
Norðoya Javnaðarfelag

Schumann Hansen, nevndarlimur

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Hans Sylviam Jacobsen, formaður
Norðoya Tjóðveldisfelag