Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

G! Festival bjóðar öllum inn – eisini teimum uttan armband

Tíðindaskriv

G! Festival bjóðar öllum föroya fólki ein brellbita av festivalinum.Frá tí at festivalökið letur upp kl 12 og til kl 16, allar dagarnar, kunnu eisini tey uttan atgongumerki koma á festival.

“Vit eru sera spent at vísa tiltakið fram fyri öllum föroya fólki, eisini teimum, sum ikki hava atgongumerki. Tí bjóða vit öllum vælkomnum innar frá kl 12 og til formliga skráin byrjar kl 16. Vit hava framförslur og mangt annað á skránni frá kl 12, tá ökið letur upp til kl 16 tá formliga skráin byrjar. Tú kanst uppliva matstovu á sjónum, pottar og saunu, festivalkirkjuna, glað fólk og hugnaligu bygdina.Á spildurnýggja pallinum á Torginum verða live framförslur, ímeðan Beduintjaldið verður karmur um DJ tónleik, eisini áðrenn kl 16″ sigur Jón Tyril, talsmaður fyri festivalin.

Börn til og við 12 ára aldur hava ókeypis atgongd til allan festivalin í ár og ber tí til eisini hjá eitt nú mammum og pápum og/ella ommum og abbum, ið ikki hava festivalarmband, at fara til barnatiltakið saman við börnunum. Stóra barnatiltakið, sum Angela hevur lagt til rættis, er á skránni leygardagin frá kl. 12 til 16.

So kom og vitja á G!. Minst bara til, at eftir kl.16 hvönn dag er neyðugt at hava armband, fyri at vera á festivalökinum. Börn til og við 12 ár fáa armband ókeypis.