Í svari til ein fyrispurning í løgtinginum um tunnilsgjaldið vísti løgmaður í desember til eina niðurstøðu, sum ein sakførari hevði gjørt fyri P/f Vágatunnilin. Men niðurstøðan hjá sakføraranum er als ikki so greið, sum løgmaður gjørdi hana til.
Í svari til ein fyrispurning í løgtinginum um tunnilsgjaldið vísti løgmaður í desember til eina niðurstøðu, sum ein sakførari hevði gjørt fyri P/f Vágatunnilin. Men niðurstøðan hjá sakføraranum er als ikki so greið, sum løgmaður gjørdi hana til.
“Tíðliga í 2013 heitti P/f Vágatunnilin á sakførara um at tulka lógargrundarlagið við atliti at, nær ið verandi undirsjóvartunlar kunnu metast at vera útgoldnir. Niðurstøðan var, at tað eru teir, tá ið øll íløgan ella útveganarkostnaðurin, t.v.s. bæði láns- og partapeningurin, er afturgoldin.” Aksel V. Johannesen, løgmaður, var sera avgjørdur, tá hann í desember svaraði einum fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.
Men skjalið sum løgmaður vísir til er als ikki so avgjørt. Norðlýsið hevur fingið innlit í skjalið, og tað vísir eina sera ivandi niðurstøðu.
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur skrivar soleiðis í síni niðurstøðu:
“Tað er ikki nakað, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður sagt um, at ognarrætturin skal latast frá P/f Vágatunlinum til landið, tá lánsfíggingin er afturgoldin. Lánið er bert ein partur av samlaða útveganarkostnaðinum, tí ein stórur partur er partapeningurin. Hinvegin verður heldur ikki beinleiðis sagt, at avhendingin ikki skal fara fram, fyrrenn partapeningurin eisini er afturgoldin. Tí ber neyvan til at siga við vissu, nær tunnilin eigur at avhendast landinum. Men út frá samanhanginum í lógini um P/f Vágatunnilin, viðmerkingunum, lógini um P/f Norðoyatunnilin, viðmerkingunum og annars líknandi ásetingar í lógunum frammanfyri serliga í Danmark, sum kunnu samanberast, er tað nógv, sum bendir á, at lógin ikki skal skiljast so snævurt, at avhendingin skal fara fram, tá lánið er afturgoldið. Heldur vil eg halda, at ætlanin hevur verið, at avhendingin skal fara fram seinni enn, tá lánið er afturgoldið. Men júst, nær tann rætta tíðin er til avhending til landið, ber nokk heldur ikki at siga við vissu. Men kanska tá partapeningurin er afturvunnin umframt eina ríkiliga forrenting.” (okkara undirstrikingar).
Kallar hetta greiða tulking
Til spurningin um tað fór at verða ókeypis at koyra í Vágatunlinum frá sunnudegnum 11. desember, tá tunnilin var afturgoldin svaraði løgmaður millum annað soleiðis:
”Sum støðan er nú, metir løgmaður ikki, at tað er grundarlag fyri at koyra ókeypis í Vágatunlinum, tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin við lógaruppskotunum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur. Tí bleiv tað ikki ókeypis at koyra í Vágatunlinum 11. desember 2016.” (okkara undirstriking).
Samlaðu inntøkurnar hjá Vágatunlinum hava síðani tunnilin lat upp í desember mánaði 2002 verið á leið 310 mió. krónur. Tunnilin kostaði 280 mió. krónur at byggja.




