Grønlendski landsstýrismaðurin í mentamálum, Nick Nielsen varð eftir fundi í Norðurlandaráðnum boðin til Føroya at vitja av Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.
Grønlendski landsstýrismaðurin í mentamálum, Nick Nielsen varð eftir fundi í Norðurlandaráðnum boðin til Føroya at vitja av Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.
Nick Nielsen vildi á ferðini fáa kunnan um ymiskt inn føroysku skúlaskipanina. Hann fekk høvi at vitja fólkaskúlan, Sjónám og Tekniska skúla í Klaksvík. Her var nógv, sum vakti áhuga og varð lagt upp til samstarv og meira kunning innan hetta sama í framtíðini.
Nick hevur verið í Klaksvík fyrr í ár, har hann m.a. vitjaði Klaksvíkar kommunu – tá sum verkfrøðingur vegna eina kommunu í Grønlandi, har hann vildi vita meir um burturkastskipanina í Føroyum og hvussu reinsiverkið til drekkivatnið var skipað. So hann var fegin at hitta fólk frá umsitingini og borgarstjóran aftur í gjár. Stutt eftir ferðina í Føroyum varð hann valdur til landsstýrismann í mentamálum.
Eftir vitjan á Syðradali, har Bjørn Kalsø m.a. beyð inn í hjallin at smakka á kjøtið, var farið í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiddi hugtakandi frá sum altíð. Nick var sera hugtikin av vitjanini í kirkjuni og tók til listaverkini hjá Edwardi Fuglø í kirkjukjallaranum sum nakað heilt serligt.
Seinni um kvøldið var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur við ein døgurða í gamla Seglhúsinum hjá Grafia. Tá ið Nick Nielsen var her seinast, keypti hann sær eina morreyða troyggju, sum hann var so glaður fyri, at hann hevur gingið í henni síðani. Tí varð hildið hóskiligt at keypa honum eina opna troyggju frá Heimavirkinum, sum hann fegnaðist almikið um.
Hini í ferðlagnum vildu eisini sleppa at keypa sær okkurt, so heitt varð á Heimavirkið um at sleppa inn á kvøldartíð, so gestirnir kundu keypa sær okkurt tinganest við heim – tað var lag á manni.
Nick Nielsen er ikki hvør sum helst! Hann hevur verið uppi á Mount Everest og hann hevur eisini róð runt alt Grønland við kajak. Nick er ógvuliga fyrikomandi og fittligur maður. Hann ynskti at koma aftur til Klaksvíkar – ikki í arbeiðsørindum, men vildi sleppa at ganga í fjøllunum. Eisini beyð hann sær til at halda fyrilestur um fjallaklintring.
Hetta falla í góða jørð, tí í mai komandi ár er ætlan at hava eina heilsuviku, so kanska grønlendski landsstýrismaðurin í mentamálum, Nick Nielsen tá stendur á skránni sum fyrilestrarhaldari?
Áðrenn Nick Nielsen, landsstýrismaður við fylgi fór avstað aftur í morgun, hitti hann formannin í bróðurflokki sínum, Javnarflokkinum, Aksel V. Johannesen.




