Fyri løtu síðani, kom Gudrun á Klaksvík. Teir høvdu verið og drigið havtaskugørnini. Jógvan Sofus Vilhelm sigur, at teir høvdu 2500 pund hendan túrin, og at tað er brúkiligt fiskarí. Vanliga hava apríl og mai mánaði verið teir bestu til havtaskufiskiskap, men seinnu árini hevur fiskiskapurin verið minni, so ilt er at siga nær best er. Tó hevur árið roynst og higartil eru vit nøgdir við gongdina. Hendan túrin fingu vit óvanliga stóra havtasku í gørnini.
Vit fingu eisini meira av krabba í gørnini hesaferð enn vit plaga, og tað tóku vit til Sjómannadagin og hava sett teir livandi í kørini úti í Klaksvík. Vit hava áður roynt at seta havtasku út har, men tað vísir seg at hon hevur ilt við at liva í kørunum, so tað gjørdu vit ikki hesaferð, segði Jógvan Sofus Vilhelmsen.




