Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handfaringin av mongu málunum viðvíkjandi Kongshavnar Útgerðarfelag er ein skandala fyri Landsstýri

John William Joensen

siga tveir løgfrøðingar, sum hava havt nógv við onnur skipamál at gera.
– Lógin er sera greið og tað er óskiljandi at bólkurin dregur nakar viðmerkingar til lógina – fram um sjálvan lógartekstin

Av sjálvsøgdum orðsøkum er tað sera trupult at fáa løgfrøðingar alment at siga sína hugsan um tað ráðgeving sum løgmaðu og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava brúkt í málunum um Kongshavnar Útgerðarfelag.

Men tveir sum Norðlýsið hevur tosað við eru ikki í ivi um at roynt fagliga er niðurstøðan hjá 3-mannabólkinum óbrúkilig og kennir ikki sítt fordømi.

Ein løgfrøðingur, sum er sera framstandandi og eisini hevur havt nógv við onnur skipamál at gera, er sera hvass orðaður.

– Tað er eingin ivi um at landskassaveðhald skal gjaldast aftur – og sjálvandi skyldar felagið pening – sjálvt um tað er er farið á húsagang.

– Øll tey mongu, sum mistu húsini fyrst í 90-unum, stóðu ikki skuldarfríð eftir at húsini vóru seld á tvingsulsølu.

– Ein stórur partur av hesum stríðast enn við restskuldina hóast tað er fleiri ár síðan at húsini vóru seld á tvang.

– Eg má siga sum er, at niðurstøðan hjá nevndini er løgfrøðiliga óbrúkilig – men sera brúkilig sæð við politiskum eygum.

– Eg vil fara so langt sum at kalla hetta fyri politiskt bestilt arbeiði.

– Nógv umtalaði lógarsetningurin – um flyting av landskassaveðhaldum – bleiv samtyktur fyri at varðveita skipini í føroyska flotanum – men tá skipið er selt fellur lánið sjálvandi til gjaldingar.

– Eg má siga, sum er at tað kriblar í fingrunum at úttala seg, men máli er so betent av politikki at ein stendur seg best við onga almenna meining at hava um málið.

– Niðurstøðan hjá nevndini er einki minni enn ein skandala – og tað er alt hetta málið alt sum tað er.

– Umsóknin frá Kongshavnar Ùtgerðarfelag átti at verið avvíst fyri langari tíð síðan, tí har eru so stórir manglar – men hetta vísir bara hvussu veik føroyska umsitingin er og hvussu politiskt eitt mál kann gerast.

Lógarteksturin er greiður
Ein annar navnframur løgfrøðinug sigur við Norðlýsið at endamálið við lógini er uppfylt.

-Skipið er jú framhaldandi í Føroyum og sambært sjálvum lógartekstinum stendur púra greitt at landskassaveðhaldið fellur til gjaldingar tann dag skipið verður selt.

– Tað er óskiljandi at trímannabólkurin tekur nakrar viðmerkingar til lógartekstin fram um sjálva lógina – tí tað er nú einaferð soleiðis at eru nøkur ivamál um tulking so gongur lógarteksturin altíð framum sjálvar viðmerkingarnar.

– Tað at nevndin – við at tulka nakrar viðmerkingar til sjálva lógina kemur til eina niðurstøðu, sum sigur, at tað er í lagið at felagið sleppur at flytta eitt veðhald uppá 41 milliónir krónur yvir á eitt hvørt annað skip – hóast felagið als einki skip eigur?? – Hetta er púra burtur við – og minnir um russiskar tilstandir.

– Nevndin hongur seg í at lógarteksturin nevnur einki um møguleikan at skipið verður selt á tvingsulsølu – men tað eru so nógvir møguleikar sum lógin ikki nevnir.

– Hon nevnir heldur einki um hvat eigur at henda um eitt nú skipið sakk.

– Vit hava dømi um – har eitt skip sakk og spuringurin um landskassaveðahaldið hekk í leysum lofti.

– Tá noyddist Fiskimálaráði at fara í løgtingið við eini serlóg fyri at fáa lánið ikki skuldi fella til gjaldingar.

– Hetta var gjørt júst út frá teirri mannagongd, sum altíð er brúkt, at um lógin ikki beinleiðis gevur heimild – ja so er eingin heimild – og lánið skal tí gjaldast aftur.

– Mínar royndir við slíkum málum siga mær at fiskimálastýrið – eins í øðrum  málum – beinanvegin átti at víst umsóknina, frá Kongshavnar Útgerðarfelag, frá sær vísandi til vantandi heimild í lógini.

– Men sjálvandi – málið broytist tá tað er sjálvur fiskimálaráðharrinm sum talan er um og ein heil samgonga møguliga stendur uppá spæl – og allir frontarnir eru trektir upp millum politisku mørkini.

– Velur fíggjarmálaráðharrin at fylgja tilmælinum frá nevndini – so verður alt mælt uppí ein ellibita og serliga parturin við at tryggja pening landskassan.

– Um peningur landskassan kann settast burtur til eitt hvørt endamál og til verri og ikki eksisterandi trygd – er óhoyrt og letur upp fyri øllum svansi.

Føroya Løgmaður bagitaliserar skattasvik
Løgfrøðingarnir báðir halda at trupult er at fylgja niðurstøðu løgmans í málinum viðvíkjandi søluni av partabrøvunum í Kongshavnar Ùtgerðarfelag.

– Niðurstøðan hjá Føroya Løgmanni var tann, at metast má at Tórbjørn Jacobsen var í góðari trúgvi – tá hann seldi sær sjálvum virðismikil partabrøv úr Kongshavnar Útgerðarfelag??

– Um nakar stjóri í nøkrum felag seldi sær sjálvum tíðandi ognir – uttan nakra óvildiga virðismeting – og bert fáa mánaðar seinri kundi selja fyri hesi víðari fyri dubultan prís – so hevði viðkomandi verið skuldsettur fyri skattasvik og fingið eina álvorliga skattarokning frá myndugleikunum.

– Men eisini her eydnaðist tað at finna serfrøðingar, sum valdu at koma til eina óbrúkiliga niðurstøðu.

– Málið er alt sum tað er ein skandala fyri Føroya Landsstýrið og at Føroya Løgmaður í einum skattamálið fer alment út og sigur at ein landsstýrisimaður má hava verið í góðari trúgv – hevur einki sum helst við málið at gera. Tað er líkamikið um Tórbjørn Jacobsen, sum tá var stjóri í Kongshavnar Útgerðarfelag,  hevur verið í góðari trúgv ella ikki. Hann skal uppfylla ásetingarnar í lógini eins og øll onnur.