Gøtudalstunnilin er uttan nakran iva tann skilabesta avleidda verkætlanin, nú vit bora Eysturoyartunnilin. Vegurin á vestara armi á Skálafjørðinum hevur ligið klárur til ferðsluna til og úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í skjótt mong ár. sigur Hanna Jensen løgtingskvinna fyri Framsókn
Norðlýsið hevur vent sær til Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn at hoyra hennara hugsan um farleiðina til og frá Tórshavn. Hanna Jensen er ivaleys.
– Almenni verkfrøðinga stovnurin er púra greiður í sínum boðskapi: Gøtudalstunnil og innkomuvegur í Havn eru mest átrokandi ferðsluloysnir í sambandi við Eysturoyartunnilin, sigur Hanna Jensen
– Útbyggingarnar av Gøtudalstunnilinum og vegi um Skálabotn høvdu sambært Landsverki harafturat verið aktuellar, hóast Eysturoyartunnilin ikki varð gjørdur, men tær eru enn meira umráðandi í sambandi við hendan, heldur Hanna Jensen
Hanna Jensen sær aðrar fyrimunir við at gera Gøtudalstunnilin.
– Meginferðslan millum høvuðsstaðin og økið norðanfyri Gøtueiði, liggur tættari Sundalagnum og Norður Eysturoy og harvið knýtir Gøtudalstunnilin landið enn meira saman. Harafturat er Gøtudalstunnilin týdningarmikil, tá leiðin gongur vestur til flogvøllin, sigur Hanna Jensen.
Trygdin er eisini sera avgerðandi fyri Honnu Jensen
– Norðanfyri Gøtueiði búgva knapt 10.000 fólk, og tann tunga ferðslan vigar tungt í hesum máli – bæði so og so. Ein aðaltáttur í spurninginum um at byggja høvuðsferðslu skilabestu loysnirnar er, at í økinum norðanfyri Gøtueiði er ikki einans eitt fólkaríkt øki í vøkstri, men her liggja fleiri av teimum vinnuliga tungu fyritøkunum, sum hava eina munandi tunga ferðslu allan sólarringin, sigur Hanna Jensen
– Tað einasta rætta er at leiða hesa ferðslu so væl uttanum bygt øki, sum møguligt og so lágt í lendinum á sløttum, sum møguligt. Tí er verkætlanin, Gøtudalstunnil, eins og rundkoyring og vegur um Skálabotn, tann skilabesta vit kunnu gera afturat í mun til gagnið av Eysturoyartunlinum, sigur Hanna Jensen
Hanna Jensen hevur arbeitt fyri at fáa Gøtudalstunnilin á skrá hesa tingsetuna, hon hevði munnligan fyrispurning um Gøtudalstunnilin í 2016 og hon fegnast um at hava fingið 2. mió. kr. avsettar á fíggjarlógini til fyrireikingar av verkætlanini.
– Allar góðar kreftir eiga at virka saman um at skilabesta loysnin verður raðfest høgt, sigur Hanna Jensen at enda við Norðlýsið.



