Hóast Føroyar bara høvdu tvey skot á mál, so kundi Jóan Símun Edmundsson havt javnað í yvirtíðini, men málverjin hjá Rumenia bjargaði væl.
Hagtølini fyri skot á mál søgdu 19-2 til Rumenia og eingin ivi er um, at Rumenia hevði uppiborið sigurin. Men føroyska liðið hevði rímuligt tamarhald á í verjustøðu mesta partin av dystinum, og tá tað var neyðugt, so vísti Gunnar Nielsen í málinum stórspæl. Føroyska liðið hevði nakrar góðar støður, men har sum einki kom burturúr og deyðbóltarnir vóru ikki neyvir hendan dystin. Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott langskot í yvirtíðini, men málverjin hjá Rumenia bjargaði væl.
Sostatt ”livdi” dysturin til tað seinasta og føroyska liðið hevur nú eftir fimm dystir í bólkaspælinum ”bara” latið 7 mál inn og tað er sjáldsama lítið eftir fimm dystir í einari undankapping hjá Føroyum.




