Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmeistaraskapið í egning í Íslandi

John William Joensen

Fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi eru við til at samskipa heimsmeistaraskapið í egning í Vestmannaoyggjunum hetta vikuskifti.

Fyrstu ferð heimsmeistaraskapið í egning var hildið, var á sjómannadegnum í Klaksvík í fjør. Umframt fleiri egnarar úr Føroyum, so luttók eisini ein egnari úr Íslandi og ein úr Norra. Sum øllum kunnugt, so vann John Havn meistaraheitið og tí hava føroyingar átt heimsmeistarin í eitt gott ár. Men tað kann broytast hetta vikuskifti, tí leygardagin fara umboð fyri Føroya Sjómannadag saman við einum egnara úr Føroyum til Ísland, har heimsmeistaraskapið í egning verður hildið. Tað eru føroyingar sum hava tikið stig til kappingina í Íslandi.

Vit hava haft drúgvar dialogar, bæði við Ísland og Norra, men tú skuldi alt verið komi uppá pláss. Vit eru sera spentir uppá hvussu tað fer at spæla av. Hugskotið er sprottið í Føroyum og stuttligt er at síggja kappingina blíva altjóða, siga umboð fyri Føroya Sjómannadag í stuttari viðmerking. Aftur í ár verður heimsmeistaraskakið millum Ísland, Norra og Føroyar. Komandi ár verður heimsmeistaraskapið í Norra og í 2008 veður tað aftur á Stongunum í Klaksvík.