Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hendrik Old: Rætta løtan at gera Eysturoyar- Sandoyartunnilin

John William Joensen

Javnðarflokkurin var eisini partur av tunnilssemjuni og hevur ikki ætlað at loypa frá teirri avtaluni. Lítil ivi man vera um, at tað er ein fyritreyt at gera Eysturoyar-tunnilin fyrst fyri at kunna fara undir at byggja Sandoyartunnilin. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, eru vit komin ávegis til Suðuroyar við föstum samband, svarar Hendrik Old, Landsstýrismaður í Tunnilsmálum – men staðfestir at soleingið tilboð upp á arbeiðir ikki eru komin inn veit eingin at siga hvør endaligi kostnaðurin er. Men rentustøði talar fyri at rætta stundin er júst nú

Nú Javnaðarflokkurin er farin í samgongu, fari eg sum landsstýrismaður at halda meg til samgonguskjalið. Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið verður sagt soleiðis: “Arbeitt verður eftir verandi ílöguætlan, og hildið verður fast um semjuna um Eystuoyar- og Sandoyartunnilin.”

Javnðarflokkurin var eisini partur av tunnilssemjuni og hevur ikki ætlað at loypa frá teirri avtaluni. Lítil ivi man vera um, at tað er ein fyritreyt at gera Eysturoyar­tunnilin fyrst fyri at kunna fara undir at byggja Sandoyartunnilin. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, eru vit komin ávegis til Suðuroyar við föstum samband.

Les spurning og svar her