Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal vil hava at vita hvør ráðgav landstýrismanninum

John William Joensen

Í KVF var róð uppundir at lesarabrævið hjá Jógvan Páll Lassen var keypt og nú vil Høgni Hoydal hava at vita hvørja ráðgeving Johan Dahl brúkar alment og privat

Í KVF var róð uppundir at lesarabrævið hjá Jógvan Páll Lassen var keypt og nú vil Høgni Hoydal hava at vita hvørja ráðgeving Johan Dahl brúkar alment og privat

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur (evni), settur , landsstýrismanni/kvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum

– um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum i sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins

1. Hevur landsstýrismaðurin keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 – antin persónliga ella umvegis Vinnumálaráðið?

2. Um svarið er játtandi, hvørja ráðgeving og tænastu er talan um, og hvat hevur tað kostað?

3. Hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til landsstýrismannin í sambandi við tíðindaskrivini, ið vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. november 2014, har niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu lagdar út til frama fyri landsstýrismannin, hóast Landsstýrismálanevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing?

5/11-14

Høgni Hoydal