Mikudagin 1. mai 2013 skrivaðu borgarstjórarnir Katrin Næs og Jógvan Skorheim undir avtalu millum kommunurnar báðar um samstarv um Námsfrøðiligu Ráðgevingina, sum við hesum verður felags fyri báðar kommunurnar.
Mikudagin 1. mai 2013 skrivaðu borgarstjórarnir Katrin Næs og Jógvan Skorheim undir avtalu millum kommunurnar báðar um samstarv um Námsfrøðiligu Ráðgevingina, sum við hesum verður felags fyri báðar kommunurnar.
Sambært § 5 í Dagstovnalógini hava allar kommunur skyldu til at veita børnum við serligum tørvi:
• tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi,
• nøktandi hølisumstøður og
• nøktandi námsfrøðilig tilboð
Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hevur til uppgávu at røkja hesa seinast nevndu uppgávuna, at tryggja nøktandi námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, sum eru í aldrinum 0-9 ár.
Endamálið við NR er sostatt at menna og styrkja læringina og menningina hjá børnunum í kommununum við at ráðgeva børnum og familjum teirra, sum eru fevnd av grein 5 í dagstovnalógini, og syrgja fyri, at tann røttu tiltøkini verða sett í verk.
Hevur týdning fyri
menning barnanna
Higartil hevur Klaksvíkar Kommuna verið einsamøll um Námsfrøðiligu Ráðgevingardeildina, men við hesari samstarvsavtaluni verða Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur nú felags um at reka deildina, sum nú fer at veita tænastur til borgararnar í hesum báðum kommununum.
Fyri nøkrum árum síðan vórðu kanningar gjørdar av lesiførleikunum hjá næmingum í Norðoyggjum og Eysturoy, og varð ein av niðurstøðunum, at jú fyrr ein byrjar at veita ráðgeving og hjálp til børn fyri at menna fyri hesar førleikar, jú betri verður úrslitið, og júst her hevur Námfrøðiliga Ráðgevingin eina av sínum fremstu uppgávum.
Týdningarmikil uppgáva
Í sambandi við undirskrivingina av samstarvsavtaluni millum Klaksvíkar og Hvannasunds kommunu løgdu bæði Jógvan Skorheim og Katrin Næs dent á, at tað er umráðandi, at kommunurnar her í økinum leggja seg eftir at arbeiða saman um stovnar sum hesar – soleiðis at tilboðið og tænastan til borgararnar í kommununum verður tann best møguliga og fakliga væl tryggjað.
– At styrkja læringina og menningina av uppvaksandi ættarliðnum er ein tann týdningarmesta uppgávan av øllum, og tí ræður um at standa saman um at veita hesar tænastur til teirra, ið hava serligan tørv, sigar borgarstjórarnir.
NR og Sernám felags
deild fyri Norðoyggjar
Innan hetta málsøkið eru tveir stovnar, sum arbeiða tætt upp at hvør øðrum:
• Kommununnar partur fevnir um Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR), ið tekur sær av børnunum í dagstovna- og frítíðarskúlaaldri, sum er 0-9 ár.
• Landsins partur fevnir um Sernám, ið tekur sær av børnum/næmingum í aldrinum 0-18 ár.
Fyri at gagnnýta arbeiðsorku og fakliga umhvørvið best møguliga gjørdu kommunan í Mentamálaráðið/Sernám í 2011 eina samstarvsavtalu um at skipa Sernám í Norðoyggjum og Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR) í Klaksvíkar Kommunu í eina felags deild undir sama taki og við felags samskipara.
NR og Sernám í Norðoyggjum eru mannaðar við hesum fólkum:
• Ein felags samskipari er fyri báðar deildir, NR og Sernám.
• Ein felags skrivari er fyri báðar deildir, NR og Sernám.
• Tveir námsfrøðiligir ráðgevar starvast hjá NR.
• Ein námsfrøðiligur ráðgevi starvast hjá Sernámi.
• Ein talulærari starvast hjá Sernámi.
• Ein Sálarfrøðingur starvast hjá Sernámi.




