Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví hevur samgongan bert bjóða arbeiðspláss í norðoyggjum út á uppboðssølu

John William Joensen

At Høgni Hoydal við stuðli frá tingfólkum úr norðoyggjum hevur valt at bjóða stóran part av kvotuni í Barentshavinum út á almennari uppboðssølu er ikki av tilvild. Samgongan hevur serliga stuðul úr miðøkinum og suðurøkinum og kvoturnar í Barentshavinum eru í stóran mun grundarlag undir arbeiðsplássum í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Tað er merkisvert at síggja hvussu tigandi Norðoya tingmenn eru í hesum málinum sum serliga er ein hóttan móti arbeiðsplássum á sjógvi og landi í Norðoyggjum.

Hóast leiðandi samgongulimir alment hava sagt seg verða ímóti uppboðsølu so halda hesi í dag kjaft tí teir síggja at hetta ikki rakar teirra veljarar.

Krevja eina frágreiðing frá Norðoya tingmonnum

Ein uppboðssøla av kvotuni í Barentshavinum, sum í stóran mun sjófólk úr Norðoyggjum hava vunnið Føroyum søgulig rættindi til kemur at merkja at arbeiðspláss verða flutt úr Norðoyggjum. Stórar kapital interessir í miðøkinum vilja hava fatur á hesum arbeiðsplássum og tí var tað ein loysn sum stórur partur av samgonguni kundi liva við.

Arbeiðsplássini sum nú skulu bjóðast hægstbjóðandi eru einans tey hjá Norðoyingum og Eysturoyingum meðan spekulantar gera klárt til gildi hjá Høgna Hoydal.

Kunnu okkara góðu tingfólk greiða frá hví teir stuðla hesum sniðfundiga politiska rossahandli?