Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvonn skal hava gott pláss

Danial Viðoy

Hvonn hevur mest sum yvirtikið allan Summar Festivalin. Skilið var tað sama á G!-Festivalinum. Grill-Team, sum hevur verið partur av Summar Festivalinum øll árini, hevur nú mist sítt pláss. Grill-Team er nú flutt og kroyst burtur frá Vágsbøi.

Fram við Vágsbøi er nú bara Hvonn. Hvonn hevur ikki nokk við plássinum, tey høvdu áðrenn. Onnur tjøld mugu víkja fyri Hvonn.

Grill-Team hevur verið partur av Summar Festivalinum áðrenn Hvonn yvirhøvur var til, men hóast teir hava verið ábyrgdarfullir og hava metta mangan svangan maga, verða teir noyddir at flyta seg.

Jógvan Heinesen, sum varðar av Grill-Team, heldur at tað er sera harmiligt, at handlar og matstovur, ið hava verið við í nógv ár, missa síni góðu pláss, tí ein stór matstova úr Havnini skal hava betri pláss.

Men búffarnir hjá Grill-Team smakka eins væl í ár sum undanfarin ár. Og vónandi fer plássið ikki at ávirka søluna í ár, tí góðskan er hin sama.

Harleywoodpaint