Hevur tú lagt til merkis broytingar í Borðoyarvík, Haraldssundi ella kanska Hvannasundi? Nú hevur tú møguleika at lata tína vitan verða partur av einari nýggjari og umfatandi granskingarverkætlan.
Føroyskir firðir hava gjøgnum tíðina verið ávirkaðir bæði av náttúrligum broytingum og av virksemi hjá menniskjum. Samstundis er vitanin um, hvussu firðirnir vóru fyrr, avmarkað. Tí hevur tað stóran týdning at savna inn lokala vitan frá fólki kring landið.
Tín vitan er týdningarmikil
– Kanningin er landsfevnandi, og tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa svar ymsastaðni í landinum. Spurnarblaðið gjørdist alment í juni og fitt av fólki hava svarað, men vit vilja fegin hava fleiri svar úr Norðoyggjum, um møguligt, sigur Tráin P. Nónklett, sum er partur av verkætlanartoyminum.
Spurnarblaðið gevur tær møguleika at greiða frá teimum broytingum, sum tú hevur lagt til merkis. Tað kann vera eitt stað, har tú ert uppvaksin, býr, hevur arbeitt, ella á annan hátt hevur eitt serligt tilknýti til.
Um verkætlanina
EcoFar er ein granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Firum og Tjóðsavnið.
Í løtuni verða vísindaligar greinar og aðrar dátur savnaðar saman. Seinni í verkætlanini verða eisini samrøður gjørdar við fólk, sum hava serliga vitan um firðir og broytingarnar í teimum.
Svara spurnarblaðnum
Tað tekur umleið 10–20 minuttir at svara spurnarblaðnum.
Til ber at svara kanningini her.
Tráin Petursson Nónklett (trainpn@setur.fo) og Ragnheiður Bogadóttir (ragnheidurb@setur.fo) frá Fróðskaparsetri Føroya hava ábyrgd av spurnarkanningini í samstarvi við verkætlanartoymið. Tað ber eisini til at venda sær til ecofarspurnarblad@us.fo við møguligum spurningum og viðmerkingum.
Vit vóna, at tú hevur hug at deila tína vitan og tínar royndir við okkum.