Leikarar og viðhaldsmenn halda, at hetta er gott høvið at vaska bæði hálvfinalu úrslitið í fjør og javnleikin móti Skála leygardagin av sær.
Leikarar og viðhaldsmenn halda, at hetta er gott høvið at vaska bæði hálvfinaluúrslitið í fjør og javnleikin móti Skála leygardagin av sær.
Ein av best umtóktu ítróttarsendingunum er Vespureiðrið á R7, sum NSÍ viðhaldsmenninir Jonhard H. Hansen og John Andersen skipa fyri hvønn mánadag millum 16 og 18. Seinastu vikuna hevur hálvfinalan fingið nakað av umrøðu og tað er eingin ivi um, at í NSÍ eru fólk sera spent og ikki minst uppsett til hesa uppgávuna. Hóast Skála fyrr í ár hevur fingið javnleik móti bæði KÍ og HB, so var tað eitt vónbrot fyri tey flestu kring NSÍ, at tað ikki eydnaðist at vinna móti Skála leygardagin. Og í NSÍ svíður tað framvegis, at liðið tapti so greitt í fyrru hálvfinaluni í Klaksvík í fjør, sum í veruleikanum avgjørdi alt tá. Bæði dysturin móti Skála síðsta leygardag og hálvfinalan í fjør skulu nú til at vaskast burtur.
Leikararnir: Tað sama skal ikki henda aftur
Ein av nýggju leikarunum hjá NSÍ er Jan Ó. Ellingsgaard. Hann heldur, at tað passar NSÍ væl, at júst KÍ er mótstøðulið í hálvfinalunum.
– Hetta er ein møguleiki at vaska tapini av sær, sum vóru í fjør. Og vit fara at gera alt fyri at vaska tey, so tað er faktisk deiligt at møta teimum í hálvfinalunum, segði Jan í Vespureiðrinum.
NSÍ verjuleikarin Per Langgaard er samdur í, at hetta er gott høvið at svara aftur frá dystinum í fjør.
– Vit eru eins og áskoðararnir sera spentir til hesa uppgávuna. Vit ætla okkum heilt vist at fáa eitt betri úrslit, enn seinast vit spældu í Klaksvík í steypakappingini, tá KÍ vann 4-1. Tað var alt annað enn góðtikið í fjør, so vit ætla at geva teimum ein skarpan gang, segði Per.
Ein annar verjuleikari hjá NSÍ er Jens Joensen og hann væntar, at KÍ fer at spæla nógv við longum sendingum móti Páll A. Klettskarð, tí dysturin fer at líkjast landskappingardystinum í ár.
– Eg vænti, at tað verður líka sum seinast, har teir fara at spæla langar bóltar, har vit skulu royna at vinna fyrsta og næsta bólt móti Páll og tí, sum dettur niður. Eg vænti, at dysturin verður líkur landskappingardystinum, har tað ikki verður nógv polerað spæl. Seinastu dystirnar hava vit mannað miðjuna betri, enn vit t.d. gjørdu móti KÍ í fjør. KÍ mannar øgiliga væl miðáksina og satsa uppá næsta bólt. Tað er har ein skal vera klárur móti KÍ. Vinnur man teir bóltarnir móti teimum, so vinnur man nógv móti teimum, segði Jens Joensen.
Gott útgangsstøði og so orna paragraffirnar í Runavík
Eisini hjá teimum kring liðið er dysturin týdningarmikil. Tað ræður um at fáa eitt gott úrslit og so skal alt endaliga fella uppá pláss í Runavík, har KÍ einki mál skoraði í fjør, heldur Bogi Olsen, sum er ein av teimum, sum er kring liðið tá dystirnir eru.
– Tað er øgiliga spennandi at møta KÍ aftur. Hetta er ein fínur møguleiki at vaska tað av sær, sum hendi í fjør. Annars var eg øgiliga væl nøgdur við okkara landskappingardyst í Klaksvík fyrr í ár. Tað er kanska besti dysturin hjá okkum í ár. Vit spældu upp ímóti teimum serliga á fysiska økinum, tað var tað, sum eg var mest glaður fyri. Vit kundu tað sama havt vunnið dystin. So eg síggi øgiliga positivt uppá hasa semifinaluna. Tað var eitt sindur misvísandi í fjør, tí vit spældu nakrar fínar dystir móti KÍ. Vit hølvaðu teir av fyrsta dystin í landskappingini í Klaksvík. KÍ arnir vóru øgiliga glaðir fyri teirra ár móti NSÍ í fjør, og tað var sjálvandi tí, at teir komu í steypafinaluna. Men vit skulu minnast til at vit skoraðu eisini 4-5 mál norðuri í Klaksvík og klaksvíkingar skoraðu ikki eitt einasta mál í Runavík. So tað er at skaffa sær eitt gott útgangsstøði í fyrra dystinum, so hølva vit teir av í Runavík, segði Bogi Olsen í Vespureiðrinum.
Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, væntar ein javnan og undirhaldandi dyst.
– Eg vóni, at NSÍ liðið verður sera tendrað. Um ein ikki er tendraður til eina fyrru hálvfinalu, so er okkurt púra galið. Nú vóru vit í Klaksvík í landskappingini og spældu 2-2, og tað eru altíð undirhaldandi dystir millum hasi liðini. Eg vænti ikki at hetta verður nakað undantak. Eg vænti ikki, at tað verður sum í fjør, har vit fáa ein slíkan avsmurning, segði Eyðstein Skipanes í Vespureiðrinum.
Fyrra hálvfinalan verður mikukvøldið kl. 18.00.
Seinni hava vit samrøður við umboð fyri bæði liðini.




