Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF ætlar sær ikki niður: Fimm keyp gjørd í summar

Jákup Ósá

ÍF spennir bogan í eini roynd at bjarga sær tilveruna í bestu deildini.

Í kvøld boðar ÍF frá, at verjuleikararnir Pedro Anton(frá B68) og Poul Mikkelsen(verið langtíðarskaddur) hava gjørt sáttmála við felagið. Fyrr í vikuni gjørdi ÍF sáttmálar við Andrias Poulsen(Danmark) og Magnus Jarnskor (frá Víkingi), meðan danski álopsleikarin Frederik Poulsen kom til beint áðrenn summarsteðgin og spældi tveir dystir.

Sostatt hevur ÍF fingið tilgongd av fimm nýggjum leikarum higartil, meðan flytingargluggin hevur verið opin í summar. ÍF liggur aftast í Effodeildini við 6 stigum fyri 14 dystir.

Mynd: if.fo

Harleyfacadeacryl