Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendska serfrøðin hjá Virðsbræva marknaði Føroya mistók seg 109 mill. kr.

John William Joensen

Íslendska greiningarfyritøkan IFS – sum Virðisbræva Marknaður Føroya setti at greina føroysk feløg segði fyri fýra døgum síðan at Eik fór at koma út við einum yvirskotið uppá 40 mill. kr. í hálvársroknskapinum. Í dag boðaði EIK frá einum undirskotið uppá 69,2 mió kr.

Ja tað kann verða trupult at seta sítt álit á frøðingar – tí sum onkur segði nú ein dagin, at tá frøðin ikki megnar at semjast um tað sum er omanfyri havyvirflátuna – hvussu kann hon verða so skrásikkur um tað sum gongur fyri seg undir havyvirflátuni???
 
Seinastu vikuna hevur almenna Kringvarpið jaglað eina frá greiðing, sum Íslends greingingarfyritøka IFS hevði gjørt í samstarvið við VMF. 

Í greingini, sum kann lesast á heimasíðuni hjá VMF.fo, metir íslendska fyritøkan, ………at Eik fær eitt yvirskot eftir skatt á góðar 40 mió. kr. fyri annan ársfjórðing 2009. Hetta samanborið við eitt hall á góðar 42 mió. kr. fyri annan ársfjórðing 2008. Samanborið við fyrsta ársfjórðing 2009 er úrslitið fyri annan ársfjórðing nú vent til eitt yvirskot.
Fyri alt árið 2009 metir IFS…….. eitt yvirskot á góðar 56 mió. kr. eftir skatt í 2009…..
 

Í tíðindaskrivi frá EIK, sum kom í dag, stendur at lesa at bankin hevði eitt undirskot í hálvársroknskapinum uppá 69,2 mill. kr. og bankin væntar eitt undirskot við árs endað sum verður millum 27 og 75 mill. kr.

Harleyfacadeacryl