(Myndir frá fundinum) Javnaðarflokkurin skipaði í kvøld fyri politiskum fundi í Spaniastovu í Klaksvík.
Aksel V. Johannesen greiddi frá uppskotinum um Skálafjarðar og Sandoyartunnilin. Og hann greiddi saman við Eyðgunn Samuelsen frá um politisku støðuna í løtuni. Luttakararnir høvdu eisini nógvar spurningar og kjakið koyrdi serliga um tunnilsmálið. Petur Martin Hansen, formaður í tí virkna Norðoya Javnaðarfelag, stýrdi skránni, har Hans Hjalte Skaale eisini sang nakrar sangir.
Veljarakanningin mánadagin
Mánadagin verður nýggj veljarakanning kunngjørd, sum m.a. Norðlýsið saman við KVF, Miðlahúsinum og Portalinum standa fyri. Hendan fekk eisini umrøðu í Spaniastovu í kvøld og tað er eingin ivi um, at spenningur er um, hvussu flokkarnir koma burturúr kanningini mánadagin. Aksel V. Johannesen dugur illa at meta um, hvussu úrslitið verður, men hann væntar, at Javnaðarflokkurin fær eins góða undirtøku sum seinast og at annars nógv fólk fara at siga seg ikki vita, hvar krossurin skal setast.
– Nógv er hent síðani seinastu veljarakanning í februar, og nógv rumbul hevur verið kring tunnilsmálið. Tað kann hava flutt nógvar atkvøður ymsar vegir. Men eg dugi illa at siga hvønn veg. Seinastu kanning fekk Javnaðarflokkurin 22,5 % av atkvøðunum. Eg vóni, at vit fáa eins nógv hesa ferð, men eg dugi illa at meta um tað. Seinastu kanning var ein stórur partur, sum ikki visti, hvar krossurin skuldi setast og hesin parturin kann gott blíva enn størri hesaferð. Eisini trúgvi eg, at veljarakanningin kann ávirka politiska landslagið, segði Aksel V. Johannesen í Spanistovu í kvøld.




