Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Johannessen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinu: Avsannar tíðindini á olivant.fo

John William Joensen

John Johannessen, løgtingsmaður, sigur at tað er eingin ósemja millum tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum.

Fyri løtu síðani skrivaði portalurin hjá Føroya Tele, at John Johannesen løgtingslimur, ikki fór at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum.
Hóast portalurin hjá Føroya Tele skal hava tíðindini frá sera væl vitandi keldum, so avsannar John Johannesen hetta fyri Norðlýsinum.
– Eg kenni als einki til hatta sum portalurin skrivar og eg havi onga viðmerking til hvørja støðu eg fari at taka í tinginum.
– Eg kann bara siga so mikið at vit sita júst á fundi í Javnaðarflokkinum og her er semja og gott lag á monnum.