Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johnny í Grótinum: Anti Trust reglurnar eru skilaleysar

John William Joensen

Formaðurin í nýskipanarnevndini, tók í dag frástøðu frá sokallaðu Anti Trust reglunum, sum landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur skrivað í uppskotið til eina nýggja Fiskivinnu skipan. Hann gjørdi greitt at hesar ásetingar vóru politiskt motiveraðar og fóru at hava negativa ávirkan á vinnuna. Ásetingarnar eru skilaleysar, segði hann.

 Formaðurin í nýskipanarnevndini, tók í dag frástøðu frá sokallaðu Anti Trust reglunum, sum landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur skrivað í uppskotið til eina nýggja Fiskivinnu skipan. Hann gjørdi greitt at hesar ásetingar vóru politiskt motiveraðar og fóru at hava negativa ávirkan á vinnuna. Ásetingarnar eru skilaleysar, segði hann.

Í samrøðu við KVF í dag var formaðurin í nýskipannarnevndini sera bersøgin:

Sum vit skrivaðu í álitinum, so er einki vinnuligt ella búskaparligt argument fyri at seta mørk í lógina, sum skulu regulera støddina á einstøku vinnufyritøkunum.

Tvørtur ímóti eru okkara fiskivunnu fyritøkur ógvuliga lítlar í altjóða høpi.

Einastu argumentini man kann hava fyri slíkum avmarkingum eru politisk og eg síggi eisini í viðmerkingunum í uppskotinum hjá landsstýrinum, at man vil avmarkað viðkvæmi hjá búskapinum mótvegis slíkum fyritøkum og fyri at hesar fyritøkur ikki skulu fáa so nógv vald mótvegis politiska systeminum.

Har haldi eg tó at tað er óskinsamt og skilalest at fara inn í eina vinnulóggávu, sum skal stimbra og eggja til nýmenning og meivirðisskapan, og kippir fyritøkur fyri at verja tað politiska systemi.

Ynskir man at verja politiska systemi, kann mann gera tað við øðrum lógum og reglum og við at skapa gjøgnumskygni o.a.. Hetta sum landsstýrið nú ger er ikki skynsamt, um man ynskir at skapa virðisøking og so nógv virðir sum gjørligt.

Eitt av argumentinum hjá landsstýrinum at gera hetta, er at fáa fleiri nýggjar aktørar. Men her má eg undirstrikað at man skal jú ikki hava nýggjar aktørar fyri einhvønn prís. Nýggir aktørar skulu koma, tí at teir vinna í kappingini við verandi aktørar og tí at teir megna at skapa størri virðir enn verandi aktørar.

Hví skal fiskivinnan hava serbehandling frá landsstýrinum.

Formaðurin í nýskipanarnevndini, vísir í samrøðuni við KVF á, at vit í Føroyum í dag hava fleiri vinnur við nógv færri aktørum, enn teir vit kenna í fiskivinnuni ídag.

Eg dugi illa at síggja hví júst fiskivinnan skal niðurbindast við anti trust reglum. Í øðrum vinnum í Føroyum hava vit stóra konsentratión av vinnuni í fáum fyritøkum. T.d. í Oljuvinnuni, heilsøluvinnuni, bankavinnuni oso.fr.. Har hava við kappingarlógina og kappingareftirlit og tey amboðini eigur man at brúka til tað endamálið.

Men í samband við fiskivinnuna sigur landsstýrið beinleiðis við vinnuna, at av tí at tit ikki skullu hava ávirkan á politiska systemi, so skullu tit verða minni effektivir. Teir stórrakstrar fyrimunir, sum hesar fyritøkurnar kunnu fáa við júst  at verða stórar og sterkar, sigur landsstýrið –  at hesar fyrimundir skulu tit ikki fáa.

Hetta kemur at ganga út yvir tilfeingisrentuna, vinningin hjá fyritøkunum, og í seinasta enda eisini vinningin hjá øllum føroyska samfelagnum.

Hoyr samrøðuna við formannin í nýskipanarnevndini HER