Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsertin 2005 í Christianskirkjuni

Oliver Joensen

Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni, sum seinnu árini hevur verið sera væl umtókt, verður sunnukvøldið 18. desember kl. 20.00.

Stanley Samuelsen, Arnfríð Lützen og horntónleikur í kirkjuni.
Nú jólini eru í hondum, er bara eftir at fara til árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni. Í ár hevur Klaksvíkar Hornorkestur, sum hevur skipað fyri konsertini í mong ár, fingið fløguaktuella Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, at føra fram. Eisini fer Arnfríð Lützen, songkvinna, at syngja jólasangir.
Klaksvíkar Hornorkestur og Ungdómshornorkestrið seta sjálvsagt sín dám á løtuna við kendum jólaløgum. Talan er bæði um gomul løg, sum verða framførd soleiðis sum vit øll kenna tey, og so eisini kend løg, ið hava fingið nýggjan ham.
Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður sunnukvøldið 18. Desember kl. 20:00.