Las við áhuga grein í seinasta Norðlýsi, har foreldur at menningartarnaðum barni, ið vóru flutt úr Danmark til Klaksvíkar, greiddu frá skúlaumstøðunum niðri og í Klaksvík.
Lat meg beinanvegin gera greitt, at eg ikki havi í hyggju at forsvara ella at bera í bøtuflaka fyri teim vánaligu viðurskiftum, sum menningartarnað børn hava í føroyska skúlaverkinum og harvið eisini í Klaksvík. Eg vil tó koma við nøkrum hugsanum um skúlaverkið her í býnum.
Tað er onki dulsmál, at umstøðurnar hjá skúlunum í kommununi ikki hava verið góðar í mong ár. Hví so er, er heldur onki dulsmál. Tað er altíð okkurt annað, ið hevur verið raðfest hægri, tá kommunalar íløgur hava verið gjørdar. At hetta ikki er serliga heppið, hava vit sæð fylgjurnar av. Tað hoyrir ongastaðni heima ikki at viðlíkahalda skúlar, men bara at lata teir forfalla inntil støðan er vorðin so vánalig, at okkurt má henda fyri skomm skyld. Men lat meg sláa fast, at umstøðurnar hjá øllum skúlabørnum í kommununi verða betraðar, og at ein skrá fyriliggur, hvussu hetta skal gerast. Fíggjarætlanin fyri 2004 er endaliga samtykt og við tí er greitt, at 6,5 mió. eru tøkar í komandi ári til umvæling og útbygging av skúlunum í Klaksvík. Umframt er peningur settur av til dagliga raksturin av skúlunum. Ætlanin er eisini at seta ta neyðugu upphæddina av til skúlaverkið í 2005, sum er tann seinasta fíggjarætlanin, ið sitandi býráð ger. So er bert at vóna at komandi býráð heldur fram, so at skúlarnir í býnum ikki koma aftur í trupulleikar orsakað av vantandi játtanum.
Skúlin fyri øll
Skúlin er fyri øll, eisini fyri tey við serligum tørvi, og tað er býráðsins skylda, at bera so í bandi, at umstøðurnar eru nøktandi fyri allar partar. Gamli skúli hevur ofta verið frammi í seinastuni, og havi eg tí sum limur í einum arbeiðsbólki viðgjørt serliga hetta málið, og hvussu vit kunnu betra umstøðurnar sum skjótast. Í Gamla skúla húsast sum kunnugt bæði Tónlistaskúlin og skúlabørn, og eru hølini ov tronglig fyri báðar partar, og leggur hetta sjálvandi upp til, at annar parturin fær onnur høli til sítt virksemi, samstundis sum Gamli skúli verður gjørdur í stand. Á býráðsfundi týskvøldið samtykti býráðið at keypa skrivstovubygningin hjá Kjølbro, og verður bygningurin yvirtikin 1. jan. komandi ár, og er ætlanin tá, at bert annar parturin verður í Gamla skúla, meðan hin parturin flytur inn í bygningin á Gørðum.
Ofta verður sagt, at tað er torførari at stýra í góðum tíðum enn í ringum tíðum, tí krøvini vaksa væl skjótari enn inntøkurnar. Vit kunnu ikki siga annað, enn at tíðirnar hava verið góðar hesi seinastu árini, og sæst tað eisini aftur í virkseminum í kommununi. Eisini er kommunuskuldin munandi niðurgoldin seinastu árini, og heldur sitandi samgonga, at tað er tað einasta rætta at fáa skuldina burtur, og sjálvt um vit nú hava møguleikan at fíggja neyðugar íløgur við lántøku, verður hetta ikki gjørt, tí tað er ikki forsvarligur fíggjarpolitikkur.
Til seinast kann nevnast, at skúlarnir hava fingið játtað pening til rakstur sambært innlatnum fíggjarætlanum frá skúlunum sjálvum, og sambært tølum frá Hagtalsstovuni eru játtanirnar til skúlar í Klaksvíkar kommunu í hægra endanum samanborið við aðrar kommunur í Føroyum.




