Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Kanningin: Rís og rós til Klaksvíkar Kommunu

Jóhann Lützen

Kommunan samskiftir hampiliga væl og greitt við borgaran, og í Klaksvíkar Kommunu eru stak góð ítróttartilboð og andalig tilboð, eins og skúla- og bókasavnstilboðini eru á góðari leið. Hinvegin eru borgarnir í Klaksvíkar Kommunu illa nøgdir við ferðslutrygd, parkeringsviðurskifti, kavarudding og viðlíkahald av vegunum, tey ungu eru misnøgd við útboðið av tiltøkum um kvøldini og um vikuskiftið, og meira enn helvtin av borgarunum eru misnøgdir við bústaðarmøguleikarnar í kommununi. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í umfatandi spurnarkanningini hjá Klaksvíkar Kommunu.

 

 

Sum heild eru borgararnir stak væl nøgdir við fleiri mentanartilboð og ítróttartilboðini, spurt varð um í kanningini. Allir aldursbólkar eru nøgdir við bókasavnið og kvøldskúlan, og í minst nøgda aldursbólkinum er nøgdsemið kortini heilt uppi á 70%. Skoytubreytin og Djúpumýrar fáa framúr skoðsmál í nøgdsemiskanningini, spælipláss og sparkivøllir nøkulunda og uppeftir, svimjihøllin og rennibreytin stak góð, ítróttarhallirnar somuleiðis, og tónlistaskúlin fær skoðsmál, ið eru á heilt góðari leið.

Kommunan sjálv fær ikki so heilt galnan karakter, hóast gott rúm at síggja til er fyri batum á onkrum økjum. Heimasíðan, Facebook-síðan og greidleikan á samskiftinum hjá kommununi eru viðurskifti, sum á leið 2/3 av borgarunum eru nøgdir við. Borgararnir eru miðalhampa væl nøgdir við kunningina, góðskuna á kunningini og fyrisitingina hjá kommuni.

Borgararnir í Klaksvík eru hinvegin sum heild misnøgdir við trafikalu viðurskiftini. Parkering og kavarudding fáa botnkarakter í kanningini. Meira enn helvtin av teimum undir 60 ár er misnøgd við ferðslutrygdina á kommunalu vegunum, og neyvt sama mynd teknar seg, tá spurt verður um nøgdsemið við reingerðina og viðlíkahaldið av kommunalu vegunum. Og av teimum, ið eru 60 ár og eldri, er tað bert ein tepur meiriluti, ið er nøgdur. Undantakið til misnøgdina á trafikala økinum er Bussleiðin, sum tey flestu eru stak væl nøgd við.

Ein annar greiður tendensur er, at tey ungu í kommununi veruliga sakna okkurt at fara til um kvøldarnar og um vikuskiftini. Her er annar hvør ungur klaksvíkingur nøgdur og annar hvør misnøgdur. Meðan flest øll eru væl nøgd við útboðini innan ítrótt og tað andaliga, so er stórur saknur í øðrum tiltøkum, serliga tiltøkum at fara til um kvøldið og vikuskiftistilboðum. Bert helvtin í aldrinum 18-29 ár eru nøgd við, hvat kvøldini í Klaksvík hava at bjóða, og minni enn helvtin er nøgd við vikuskiftistilboðini í Klaksvík. Á leið sami tendensur sæst í aldursbólkinum 30-44 ár. So her er nakað hjá kommununi at arbeiða við.

Saman við vánaligu parkeringsviðurskiftunum og kavaruddingini eru tað bústaðarviðurskiftini, ið eru avgjørdi botnskravarin. Í aldursbólkinum 18-29 ár, ið eru tey, sum vanliga seta búgv fyri meginpartin av lívinum, er tað minni enn triði hvør, ið er nøgdur við bíðilistarnar eftir grundstykkjum, og bert gott fjórði hvør, ið er nøgdur við bústaðarmøguleikarnar annars. Samstundis eru tað serliga tey í hesum aldursbólkinum, har fægst siga seg framvegis fara at búgva í Klaksvíkar Kommunu um 5 ár. Og hóast tey ungu eru minst nøgd, so sæst misnøgdin eisini væl í øðrum aldursbólkum. Einans fólk 60 ár og eldri hava fleiri nøgd enn misnøgd, og eisini har er tann meirilutin tepur. Aðrastaðni í kanningini stendur, at tey flestu halda, at kommunan eigur at raðfesta eldrabústaðir. Tað er sostatt bæði millum tey ungu og tey gomlu, at saknur er í uppraðfesting av bústaðarmøguleikum.

Hetta er bert eitt lítið úrval av kanningarúrslitunum í stóru meiningakanningini. Øll kanningin kann lesast á https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/0568827f75ad03b308325ff26426936917d76d69.pdf

Harleyfacadeacryl