Í morgin 17. november kl. 9,30 verður Netverksfundur hjá KBI í Klingrugarði, har KBI-fyritøkan er vertur. Her møtast limir í Vinnulívsráðnum í Klaksvík.
Hetta verður seinasti Netverksfundur í ár.
Byrjað verður við morgunmati og góðum netverkspráti millum fundarfólkið.
Síðani fer Rói Clementsen, sølustjóri, at greiða frá virkinum frá tí hon varð stovnsett fyrst í hesi øldini, frá hugskoti til veruleika ídag tá Karl Birgir Isaksen, sáli, legði grundarlagið undir hesa ídag fjølbroyttu fyrtøkuna. Fyritøkan hevur 23 starvsfólk ídag.
Eisini verður greitt frá m.a. hvussu felagið hevur uppkeypt ymiskar fyritøkur og rikið hesar víðari við einari góðari tænastu og eitt innlegg um, hvussu hetta er vorðið til ein heildarveitara til føroysku vinnuna.
Hvørjar framtíðarætlanir KBI-fyritøkan hevur verður eisini komið inn á.
Allir limir við viðkomandi starvsfólkum eru vælkomin á Netverksfundin hjá KBI í Klingrugarði kl. 9,30 hósmorgunin 17. november.
Í Netverkinum hjá Vinnulívsráðum eru 65 limir ídag.




