Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-B36 leygardagin 26/5-07: Paul og Heðin skaddir – Høgni Madsen við aftur

John William Joensen

Tað verður eitt nakað skert KÍ-lið, sum leygardagin kl. 16 við Djúpumýru tekur ímóti væl mannaðu B36-leikarunum hjá Kurt og DJ, sum eru favorittar, og sum eisini sjálvir rokna við at vinna dystin.

Heðin taka tað
róligt í 1 viku
Heðin á Lakjuni er bara blivin betri í seinastuni, og tað kemur tí sera illa við, bæði hjá honum og hjá KÍ-liðnum, at Heðin undir venjing í vikuni var so óheppin at fáa ein skaða í eyga av einum tilvildarligum bólti, sum hann fekk á eygað.
Heðin, sum misti sjónina í eina góða løtu eftir hendingina, hevur verið undir læknahond, har hann hevur fingið boð um at taka tað róligt í eina viku, so hann er útilokaður til hendan dystin.
Stórur saknur er í liðskiparanum, sum hevur havt blíðan byr í seinastuni.
Heðin er annars kendur fyri sín stabilitet gjøgnum kappingarárið. Hann forsømir sera sjáldan dystir.

Paul Clapson
ikki tøkur enn

Longu eftir áleið 15 minuttir í dystinum á Sandi síðsta vikuskifti mátti Paul Clapson út vegna trupulleikar við beinunum, og hesin trupulleikin er framvegis ikki í lagi aftur enn.
Hann hevur ikki vant saman við hinum hesa vikuna – bert luttikið í styrkjandi venjingum innandura, og er tí ikki klárur enn.
Ímóti sterku B36-verjuni er stórur saknur í sterka og málsøkna amerikumanninum, men vónandi finna Eyðun og Trygvi eina góða alternativa loysn fyri álopspartin, har Erling og Kristoffur royndu seg ímóti B71, tá Clapson var farin út við skaða.

Høgni Madsen
aftur í hópinum
Eftir 3 leikdaga karantenuna, sum hann fekk frá felagnum eftir orrustuna við nú fyrrverandi KÍ-venjaran, hevur Høgni Madsen hesa vikuna aftur vant í formuladeildarhópinum hjá KÍ.
Sostatt er raski fuglfirðingurin aftur tøkur hjá KÍ-venjarunum, og tað kemur serliga væl við, nú skaðar aftur gera um seg.
Kaj Ennigarð hevur framvegis trupulleikar við knænum og er tí framvegis ikki tøkur, og sama er galdandi fyri Kristian á Lakjuni, sum beint áðrenn dystin ímóti Skála fekk trupulleikar við fótinum.

KÍ ímóti fleiri
klaksvíkingum
Hesin dysturin millum KÍ og B36 er serstakur á tann hátt, at liðið, sum KÍ leygardagin skal spæla ímóti er myndað av fleiri klaksvíkingum.
Venjaraparið, sum í dag stjórnar B36, eru sum kunnugt Kurt Mørkøre og Dánjal Jákup Joensen.
Málmaðurin er okkara so væl kendi landsliðsmálmaður Jákup Mikkelsen.
Síðani var Allan Mørkøre til fyri stuttum partur av hesum B36-liðnum, men hann er nú farin til AB vegna heldur lítla leiktíð.
Fimti maðurin hjá B36, sum hevur KG á bógnum, er Ovi Nysted, sum er ein av lyklaleikarunum í verjuni hjá árstalsfelagnum.

Koyr á KÍ!!