Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar vunnu tryggan sigur í seinasta dystinum

Oliver Joensen

Myndarøð: Tað var rættur FM rómur kring vøllin við Djúpumýru, tá KÍ kvinnurnar leiktu sín seinasta dyst hetta kappingarárið. Eitt søguligt kappingarár, har KÍ hevur verið í einum klassa fyri seg og hevur heili 10 stig niður til nummar 2.

KÍ vann 4-0 móti B36 hendan dystin. Annika Ragna Petersen, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen (2) skoraðu málini hjá KÍ. Hesi bæði málini hjá Rannvá gjørdu, at hon bleiv deildur toppskjútti í deildini við 29 málum.
KÍ kvinnurnar leiktu í gullbúnum og nógvir leikarar eisini í gull gaggum, sum myndirnar vísa.