Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kí tók landsliðsvenjaran á bóli

John William Joensen

Álvur Hansen, landsliðsvenjari, sigur at hann hevði vanta ein javnari dyst, men KÍ imponeraði

– Dysturin bleiv ørvísi enn eg hevði roknað við. Eg hevði eins og flest onnur roknað við einum javnari dysti, men KÍ kvinnurnar vildu tað ørvísi.

– Kanska vóru AB genturnar meira nervøsar enn tær á KÌ liðnum.

– KÍ byrjaði sum eitt ódnarveður og tað vísti seg at verða ein fongur fyri Kì at Vivian Andreasen aftur var á liðnum.

– Tað er nógv respekt rundan um hana og hon legði sera stórt trýst á í vinstru síðu.

– Eg var eitt sindur í iva, tá eg sá at venjarin hevði valt at lata Ranvu Andreasen spæla á vinstra bakki. Men hetta vísti seg at virka sera væl tí tá hon fór við í álop var AB verjan um ein háls tí eingin visti hvør skuldi taka hana.

– Harafturat haldi eg at Ása og Sofía spældu sera væl og í heiltikið var eingin sum datt burtur millum á KÍ liðnum.

KÍ í 10 ár.
Landsliðsvenjarin heldur at KÌ fram um onnur lið hevur megnað at hildið saman uppá tær berandi kreftirnar á liðnum.

– KÌ hevur megnað at hildið sæman uppá tær berandi kreftirnar á liðnum og stamman er samansett av sera góðum fótbóltsleikarum.

– Tað sama kann ikki sigast um mótstøðu liðini. Tað hava verið skiftandi feløg sum hava bjóða KÍ av um meistaraheitið, men tað hevur verið eitt ella tvey ár – so eru leikararnir sum manna tey liðini hildnir uppat og tí vóni eg at AB nú megnar at halda sama uppá leikararnar – soleiðis at felagið aftur komandi ár kann bjóða KÌ av.

– AB kvinnurnar hava havt eitt sera gott kappingarár. Tær vunnu Løgmanssteypið og nú silvur í landskappingini.

Ongar avbjóðingar á landsliðnum.
Ávur Hansen sigur at tað er eitt sindur ørkimlandi at FSF ikki kann bjóða kvinnunum avbjóðingar í samband við A-landsdystir.

– Tað er at vóna at A-landsliði fær nakrar avbjóðingar tí í løtuni luttaka vit ikki í nakrari HM ella EM kapping.

– Hetta merkir samstundis at vit ikki kunnu bjóða bestu leikarunum fleiri avbjóðingar og tað er als ikki nøktandi – tí einasti hátturin ein kann mennast sum fótbóltsspælari er við stórum avbjóðingum.

Harleyfacadeacryl