Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-viðhaldsfólk á egnari heimasíðu: Bláa Bylgjan fingið heimasíðu

John William Joensen

Fjepparafelagið hjá KÍ hevur fingið heimasíðu, har viðhaldsfólk m.a. kunnu kjakast.

Á heimasíðuni skrivar nevndin í áhugafelagnum soleiðis:

– Nógvir tímar, hart arbeiði, og eitt úrslit sum vit eru sera stoltir av. Aftaná at vit í Bláu Bylgjuni gjørdu av, at vit skuldu hava eina heimasíðu, løgdu vit eina ætlan um, at hendan síðan skuldi røkka út til allar KÍ-fjepparar og fótbóltselskarar sum heild.

– Endamálið við hesaru síðu er, at so at siga øll tíðindir um KÍ skulu vera at lesa um á hesari síðu. Vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti hesari síðu, og at hon skal fáa eitt betri samband við KÍ viðhaldsfólk.

Um nakar ynskir onkra broyting við hesaru síðu, so er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við onkran í Bláu Bylgju. Hendan síðan er jú til tykkum

www.blaabylgjan.com