Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kiwanis gav 20.000 krónur til barnagrunn

Oliver Joensen

Kiwanis felagsskapurin vil heldur enn fegin hava at Kiwanisfelagsskapur verður stovnaður í Norðoyggjum.

Á lítlari samkomu á Klaksvíkar Sjómansheimi ídag, gav Kiwanis Tórshavn 20,000 krónur til ein barnagrunn undir stovnan, sum Helga Gerðalíð á Klaksvíkar Musikkskúla hevur verið stigtakari til. Ætlanin við grunninum er at hjálpa til har sjúk børn eru í familjum og ætlanin er serstakliga at stuðla peningaliga.
Kiwanis ´Tórshavn nýtti høvi at birta uppundir at ein Kiwanisfelagsskapur eisini verður stovnaður í Klaksvík. Meira um Kiwanis í blaðnum í komandi viku.