Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Býráð samtykt at verða við í verkætlan at gera parkeringskjallaran til handilsmiðstøðina

John William Joensen

Á afturlatnum býráðsfundi týsdagin samtykti býráði at luttaka í verkætlanini at byggja eina keypsmiðstøð í miðbýnum í Klaksvík.

Í verkætlanini er umframt bygging av sjálvari keypsmiðstøðini eisini møguleiki fyri bygging av íbúðum oman á keypsmiðstøðina. Tað er eisini við atliti til hesar íbúðir at býráði hevur mett tað verða neyðugt at byggja ein parkeringskjallara undir keypsmiðstøðina til umleið 150 bilar. Ætlanin er so at selja parkeringsbásar til íbúðirnar o.a..
Borgarstjórin ynskir ikki í fyrstu atløgu at nevna nøkur nágreinilig tøl tí verkætlanin er framvegis á byrjanarstøði.
– Í miðbýarætlanini er m.a. ein arkada og felagsgongd og verður alt sett í verk kann parturin hjá Kommununi skjótt koma upp undir 20 milliónir krónur.
Í fyrstu atløgu er talan um íløgur, sum hava tilknýti til bygging av sjálvum handilsmiðdeplinum.
– Sjálvur meti eg at tað er ógvuliga týdningarmikið fyri Klaksvíkina at verkætlanin verður framd í verki, og helst kemur at standa klár tá undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking