Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskappingin 5. og 6. mars

Oliver Joensen

Frá KÍ frætta vit, at árliga Klaksvíkskappingin ímillum trý tey bestu fyrstudeildarliðini árið frammanundan og KÍ verður fyriskipað sum nevnt omanfyri.

Innbjóðingar eru sendar til HB, B36 og Skála, saman við KÍ skulu hesi liðini so kappast um heiðurin um at vinna Klaksvíkskappingina. Seinasta ár vann KÍ Klaksvíkskappingina, men kappingin liggur so tíðliga á árinum, at ein skal vera ógvuliga varin við at gera nakrar metingar um føroyameistaraheitið út frá hesi kappingini, tí KÍ hevur vunnið tvey tey seinastu árini í hvussu so er og tað hevur ikki verið nøkur borgan fyri endaliga úrslitinum.
Annars kann sigast, at afturat hópinum sum var seinasta ár, eru millum aðrar komnir Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Karstin Joensen og Høgni Madsen, hesin seinasti av Kambsdali. Aðrir sum hava sáttmála eru millum aðrar Erling Fles, Atli Danielsen, Arnold Joensen og afturat teimum nakrir unglingaleikarar. Vit frætta eisini at onnur nøvn eru á skránni, men meira um tey seinni.

Harleyfacadeacryl