Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom í læru hjá JANUAR grannskoðara- og ráðgevingarfelagnum

Januar, løggilt grannskoðanarvirki

Okkum tørvar evnarík ung fólk við áræði

Hevur tú áhuga í samfelagsviðurskiftum og búskapi? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí privata vinnulívinum? So kunnu vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á støði við tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.

Hvørji eru vit?
JANUAR er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum veitir lógarbundna grannskoðan og ráð á ymsum økjum, til dømis viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, at stovna virkir, sølu/keypi/umskipan av virkjum og skattamálum.

Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapað eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat. Vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum umhvørvi.

Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundum okkara bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast skjótt og effektivt, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innan fyri ávísa klokkutíð. Hetta setur krøv til starvsfólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart – men tað er eisini spennandi.

Hvat krevja vit?
Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara. Men felag okkara setur enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara, sum skal vera ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur og skilja týdningin av at hava tagnarskyldu. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing – tí er neyðugt, at tú tekur eitt stórt tak.

Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur HF, HH ella studentsprógv í summar, og at tú ynskir eina búskaparliga útbúgving. Tú vart/ert millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær, og tú hevur hug at sameina eina teoretiska og eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.

Møguleikar fyri víðari útbúgving
Lærutíðin er trý ár. Í fyrstu syftu kanst tú lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening.
Aftan á HD hevur tú fleiri møguleikar: Velur tú at lesa cand.merc.aud. ella líknandi sum fulltíðarlesandi í Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand.merc.aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum.

Eftir cand.merc.aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri.

Umsóknarfreist: 16. juni

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo